Tað er ikki á hvørjum degi og ári, at tingformaðurin er fløguaktuellur og bjóðar til konsert. Soleiðis var tað í Fuglafirði 17. november í fjør, tá ið stívliga 300 vóru í Mentanarhúsinum, og soleiðis verður tað sunnukvøldið, tá ið Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, saman við soninum Bárði á Lakjuni og M. C. Restorff og øðrum sangarum og tónleikarum fara at hava konsert í Norðurlandahúsinum.
Áhugin fyri konsertini er so mikið stórur, at alt í gjárkvøldið bendi á, at tað verður fullur salur.
Vit kenna ikki annan parlamentsformann, sum hevur hildið konsert. Tá vit spyrja Jógvan á Lakjuni, um hann veit um nakran starvsfelaga, sum er sangari og musikari, so dugir hann ikki at vísa á nakran:
-Nei, eg kenni ongan tingformann, sum hevur givið fløgu við sangi og tónleiki út. Eg havi verið saman við musikalskum politikarum. Í Føroyum eru fleiri, og eitt nú Bertel Haarder, sum er næstformaður í Fólkatinginum, dámar væl sang og tónleik. Hann er yrkjari, og tá ið hann var danskur kenslumálaráðharri, og eg var landsstýrismaður í mentamálum, sungu vit á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum umseting hjá honum av Einki er sum summarkvøld við strendur hjá Christiani Matras. Eg spældi undir til felagssangin, so tað var eitt sindur spesielt, sigur Jógvan á Lakjuni.
Konsertin verður sunnukvøldið klokkan 19.30, og tað verður roknað við, at hon verður í stívar tveir tímar, íroknað stuttan steðg.
Jógvan og Bárður á Lakjuni fara at framføra tað, sum er á fløguni, sum teir lótu av hondum í november í fjør. M. C. Restorff fer at syngja eitt sindur av fløguni Sanganna veingir, sum hann gav út í heyst. Eisini fer hann at syngja annað á føroyskum og enskum.
Saman við Jógvani og Bárði syngja Elsebeth Lassaberg, Edna Jacobsen, Gunnrið á Lakjuni, Herborg Simonsen, Maria á Lakjuni, Eyðun á Lakjuni og abbabørn hjá Jógvani. Saman við M. C. syngja Sirikit Jacobsen, Dánjal Lindarstein, Bárður Tindskarð og Eli Smith. Jóannes á Váli spælir klaver hjá M. C. Annars verða tónleikararnir teir somu hjá bæði Jógvani og Bárði og M. C. Strúkikvartettin er mannað við Angeliku Nielsen, Martu á Lakjuni, Jonu Jacobsen og Jens Christian Guttesen. Jákup Heinesen spælir á tangentar, Ken Nónklett harmoniku, Eyðun á Lakjuni klaver, Høgni Klakkstein trummur, Eyðun Johannesen bass, Rúni Eysturlíð guitar, Pól Wolles mandolin og Rúni Hentze flygil horn.









