Tingformaður og sonur geva út fløgu

Um miðjan november geva feðgarnir, Jógvan og Bárður á Lakjuni, út fløgu við heitinum 'Gakk tú tryggur'.

 

Bárður er kendur frá bólkunum "TOS" og "Salt". Jógvan varð kendur í 1970-unum og í 1980-unum frá útgávunum hjá Nikodemus-sangbólkinum og fuglafjarða-bólkinum, sum nevndist "Bros".

 

Í sambandi við útgávuna verður stór útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, leygarkvøldið 17.november.

 

Á konsertini, sum byrjar klokkan 19, verða løgini á nýggju fløguni framførd.

 

Uppsetingin er rættiliga stór, tí umframt tey vanligu ljóðførini, sum klaver, guitar, bass og trummur, verður ein strúkikvartett, harmonika, horn, floyta og onnur ljóðføri.

 

Eitt lítið barnakór og aðrar kórrøddir eru eisini partur av ljóðmyndini.

 

Heitið á fløguni er 'Gakk tú tryggur' eftir sálminum, sum man vera ein tann kendasti og mest sungni í Føroyum. Jógvan gjørdi lagið fyrst í 1980'unum. So seint, sum sunnudagin sang Linda Andrews sangin á DR1. Annars eru 12 sangir á fløguni. Jógvan eigur sjey løg, og Bárður eigur fimm løg.

 

Innihaldið í tekstunum varierar frá fittum vøgguvísum, náttúrulýsingum, kærleiksyrkingum til andaligar sálmar og sangir. Hans Andreas Djurhuus, sum hevði fylt 130 ár komandi ár, eigur helmingin av tekstunum, ímeðan restin er býtt ímillum ymsar aðrar orðasmiðir. Bárður hevur skrivað ein tekst. Allir sangirnir eru á føroyskum.

 

Tað hoyrist, at talan er um eina samanrenning ímillum tvey ættarlið. Sumt er ljóst og lætt, ímeðan annað er eitt sindur tyngri og myrkari í tí. Flygil, bass og trummur eru rættiliga sentral í ljóðmyndini, umframt strúkikvartett, guitar, harmonika og onnur aukustisk ljóðføri.

 

Tónleikararnir á fløguni eru ímillum teir frægu her á landi: Magnus Johannesen, Mikael Blak, Jan Rúni Poulsen, Niclas Johannesen, Finnur Hansen, Rúni Hentze o.a. - umframt at Bárður og Jógvan spæla nakrar tónar her og har. Strúkikvartettin er íslendsk. Niclas Johannesen produseraði fløguna - við hjálp frá Bárði og Jógvani. Óli Poulsen mixaði og mastraði.