Tingfólk skulu lóggeva um sína egnu løn

Fríggjdagin fer Løgtingið at viðgera uppskotið hjá einum meiriluta av formansskapinum um at taka av gullrandaðu pensjónsskipanina hjá løgtingfólki

Men formansskapurin er ikki samdur um at leggja uppskotið fram. Tað eru Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Jóhannus Joensen úr samgonguni, sum saman við Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum hava lagt uppskotið fram.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum er ikki við, tí hon er ímóti, at uppskotið ikki verður lagt fram í fullum líki.

 

Tað einasta, sum meirilutin í formansskapinum hevur broytt er, at lønin hjá tingfólki ikki skal hækka skal hækka við 6.684,70 krónum um mánaðin, sum nevndin, sum gjørdi uppskotið, mælti til. Tað vil siga, at meirilutin í formansskapinum heldur, at tingfólk ikki skulu hava endurgjald afturfyri at tey taka av gullranaðu pensjónina.

 

Óvist er, um meiriluti er fyri uppskotinum, men tá samgonguumboðini og Sambandsflokkurin er við til at leggja uppskotið fram, so er ymiskt, sum bendir á tað, hóast Fólkaflokkurin er ímóti.

 

Í sambandi við uppskotið hevur Poul Christoffer Thomasen, aktuarur, gjørt eitt notat um fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum um broyting í eftirlønarskipanini.

 

Í einum samandrátti skrivar hann soleiðis:

 

»Samandráttur

 

Verandi eftirlønarskipan er frá 1999. Skipanin líkist nógv einari tænastumannaeftirløn, og løgtingsfólk vinna rætt til fulla eftirløn eftir 16 árum. Fyrstu 8 árini 4,5% um árið og 3% næstu 8 árini.

 

Løgtingsformaður vinnur tó fulla eftirløn eftir 8 ár. Skipanin gevur eisini rætt til hjúnafelags- og barnaeftirløn, um løgtingsfólk doyr.

 

Álitið hevur eitt uppskot um at broyta skipanina soleiðis, at í staðin verður goldið eitt eftirlønargjald á 15% til góðkenda eftirlønarskipan.

 

Fyri at meta um fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum, byrja vit við at rokna fíggjarliga virðið av verandi eftirlønarskipan. Vit nýta vanligan aktuar útrokningarhátt til at meta um samlaða kostnaðin av verandi eftirlønarskipan. Hesin kostnaðurin verður so umroknaður til at rokna eftirlønargjald, har árligi kostnaðurin verður umroknaður til prosent av løn. Tá ber til at samanbera fíggjarliga kostnaðin av verandi skipan við uppskotið til nýggja skipan og at samanbera við aðrar eftirlønarskipanir í Føroyum.

 

Útrokningarnar byggja á føroysk hagtøl og fyritreytir.

 

Útrokningarnar vísa, at verandi eftirlønarskipan svarar til eitt roknað eftirlønargjald á 58 – 79% fyrstu 8 árini, løgtingsfólk hevur sætið á tingi, og 38 – 52% næstu 8 árini. Roknaða eftirlønargjaldið er lægri fyri yngri løgtingsfólk og hægri fyri eldri. Eftir 16 ár hava løgtingsfólk vunnið sær fulla eftirløn.

 

Formaðurin í Løgtinginum vinnur fulla eftirløn eftir 8 árum, og roknaða eftirlønargjaldið er tá tað dupulta. Verandi skipan hjá løgtingsfólki líkist nógv tænastumannaeftirlønini, og hon er ein umfatandi og góð eftirlønarskipan. Men tað tekur løgtingsfólki 16 ár at vinna fulla pensjón, meðan tað tekur tænastumonnum 37 ár. Hetta er høvuðsorsøkin til, at verandi skipan hjá løgtingsfólki er ein lutfalsliga dýr skipan.

 

Uppskotið í álitinum er eitt fast eftirlønargjald á 15%, so her er talan um eina munandi lækking av kostnaðinum til eftirlønir hjá Løgtingsfólki.

 

Sum vit síggja, er roknaða eftirlønargjaldið í verandi skipan ymiskt frá løgtingsfólki til løgtingsfólk.

 

Men eisini eftir uppskotinum um nýggja skipan eru eftirlønargjøldini ymisk frá løgtingsfólki til løgtingsfólk. Hetta er tí, at uppskotið ásetir eina skiftisskipan, so at eftirlønargjaldið minkar ella fellur heilt burtur, um løgtingsfólk hevur vunnið eftirlønarrættindi eftir verandi skipan. Fyri at kunna samanbera fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum, hava vit roknað, hvat er meðal eftirlønargjaldið fyri øll løgtingsfólk eftir verandi skipan, og hvat verður meðal gjaldið eftir uppskotinum í álitinum.

 

Grundað á verandi tingmanning meta vit, at roknaða meðal eftirlønargjaldið er 56% um árið undir verandi skipan. Tað er ringt at meta um, hvussu næsta løgting verður mannað. Men ein varlig meting er, at meðal eftirlønargjaldið verður uml. 10% um árið eftir uppskotinum. Hetta fer tó líðandi at hækka til 15%.

 

Tað er soleiðis talan um eina munandi lækking av eftirlønargjaldinum, um uppskotið í álitinum verður sett í verk.

 

Eftirlønarskyldan til løgtingsfólk er seinast roknað til 290 mió kr. Tað fer at taka nógv ár at avvikla hesa skyldu. Men hóast tað, so fer uppskotið um broyting av eftirlønum at minka mundandi um kostnaðin av eftirlønarskipanini til løgtingsfólk. Samstundis fer nýggja skipanin at líkjast meira øðrum eftirlønarskipum í Føroyum.

 

Heldur verandi skipan fram, fer eftirlønarskyldan at halda áfram at vaksa komandi 15 – 20 árini. Tað er torført at meta um, hvussu nógv skyldan fer at vaksa, tí vit kenna ikki komandi tingmanningar. Men ein yvirskipað meting er, at eftirlønarskyldan kann vaksa upp til 500 mió kr.

 

Ein broyting í uppskotinum er, at tað er ikki krav um tryggingar, at tryggja eftirsitandi, meðan verandi skipan tryggjar eftirsitandi hjúnafelag og børn væl.«

 

 

 

5. mars 2024 // Poul Christoffer Thomassen, Aktuar