Tað er løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, sum hevur heitt á arbeiðsbólkin, sum í 2018 gjørdi eitt slíkt álit, um at dagføra hetta álitið. Í arbeiðsbólkinum sita Jógvan Amonsson, formaður, Maria á Dul og Gunn Ellefsen.
Í dag klokkan 12.30 verður álitið lagt fram fyri tingfólkum. Og klokkan 13.30 verður tíðindafundur í Løgtinginum, har arbeiðsbólkurin leggur fram dagførda álitið.
Skulu vit gita, so fer arbeiðsbólkurin at mæla til, at tingfólk fáa eitt hampuligt lønarlyft upp á eini 15 prosent – umframt somu lønarhækking, sum øll onnur á arbeiðsmarknaðinum annars hava fingið.
Tað fer helst at merkja, at tey frá at verða lønt í 34. lønarflokki hjá tæanstumonnum, verða lønt í 36. lønarflokki. Tað vil siga, at lønin fer úr 46.373,69 krónum um mánaðin upp í 53.058,39 krónur. Eitt lønarlyft upp á 6.684,70 krónur ella upp á sløk 15 prosent.
Afturfyri missa tey ta sera munagóðu pensjónsskipanina, sum gevur teimum rætt til tænastumannapensjón, upp í 60 prosent av lønini, frá 60 ella 67 ára aldri og restina av lívinum.
Í staðin skulu tingfólk eins og onnur fólk á arbeiðsmarknaðinum rinda 15 prosent av lønini inn í eina pensjónsskipan.
Í 2018 metti arbeiðsbólkurin, at starvið sum løgtingslimur (eftir 16 árum)
• Ikki longur kann metast sum eitt lívsstarv.
• At tað almenna við verandi pensjónsskipan átekur sær eina skyldu, sum ikki samsvarar við støðið á pensjónum á arbeiðsmarknaðinum annars.
• At pensjón vanliga í dag verður ásett sum partur av og við støði í útgoldnu lønini
• At tað er umráðandi, at tað er gjøgnumskygni í útreiðslum landsins.