Tingfólk skulu á tingskeið

Tey nývaldu løgtingsfólkini fáa eina hondbók til tað nýggja starvið, og harafturat skulu tey á skeið ?Vælkomin í tingið? eitur nýggj hondbók, sum umsitingin hjá Løgtinginum hevur gjørt til teir tinglimirnar.

-Fyri at gera tað lættari at koma inn í tingarbeiðið er ætlanin at skipa fyri skeiði fyri teimum nývældu tingfólkunum, sigur Edmund Joensen, formaður í Løgtinginum, við Kringvarpið.

Hann sigur, at vanliga eru nýggj tingfólk ikki heilt trygg við allar mannagongdir í tingarbeiðinum, so nýggja hondbókin kann saman við skeiðinum hjálpa teimum, umframt at tey helst eisini fáa hjálp frá sínum flokkum til at seta seg inn í tingini.

Kelda: Kringvarpið