Tingfólk skulu síggja Sandoynna

Nevndin, sum skal ná­greina ætl­an­ina at gera und­ir­sjóv­ar­­tunn­il til Sandoynna, hevði sín fyrst fund í gjár.

Í nevnd­ini eru um­boð fyri all­ar flokkar, har­í­mill­um teir tríggir ting­menni­nir, sum eru úr Sandoynni, Páll á Reyn­a­túgvu, Brandur Sand­oy og Ger­hard Logn­berg.

Sam­bært Kára P. Høj­gaard, landsstýrismanni í vinn­­­u­mál­­um, so møttu all­ir lim­ir­­nir upp til fundin í Skip­steds­pakkhúsi í Tinga­nesi, har Landsverk hevði eina framløgu.

Men næsti fundur verð­ur meira spennandi, sambært lands­stýr­is­mann­i­num, tí tá fer nevndin út at ferð­ast, og leiðin gongur í Sand­­oynna.

– Vit fara á staðið fyri at hyggja eftir in­fra­struk­tur­i­num ­og fyri at vita, hvat kann gerast og hvat skal ger­­ast, segði Kári P. Høj­gaard við Rás2.

Altso. Tríggir sand­oy­­in­g­­ar og nakrir aðr­ir ting­menn fara at kanna in­fra­strukturin í Sand­oynni...?