Nær fyriliggur eitt uppskot til, hvat føroyingar skulu taka støðu til á fólkaatkvøðuni í apríl, hvat skal standa á atkvøðuseðlunum og hvussu drúgva tíð fáa vit at fyrireika okkum?
Hesar spurningar nýttu tingfólk høvið at spyrja, tá munnligir fyrispurningar vóru á dagsskránni fyri tingfundin mikudagin.
Tingfólk fingu kortini ikki nógv meira at vita, enn tey longu vistu frammanundan.
Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum, vísti á, at tingformaðurin í Sjónvarpinum týskvøldið vísti á, at eitt lógaruppskot um fólkaatkvøðuna helst skal koma fyri tingið í næstu viku, um fólkaatkvøðan skal haldast í apríl. Tí spurdi Páll á Reynatúgvu løgmann, nær eitt slíkt uppskot fyriliggur.
Men løgmaður segði seg ikki kunna svara hesum. Hann gjørdi greitt, at eitt uppskot skuldi koma fyri tingið so skjótt, sum landsstýrið var liðugt at viðgera málið, og so skjótt, sum ein avtala er fingin í lag við danir.
Jenis av Rana úr Miðflokkinum spurdi løgmann, hvat skal standa á atkvøðuseðlunum.
Heldur ikki hetta bar til at fáa at vita. Løgmaður vísti í svari sínum til leistin, sum landsstýrið kunngjørdi 2. november, og greiddi frá, at støða skal takast til eina koyriætlan fram móti suverenitetinum.
Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum spurdi løgmann, hvussu langa tíð, Føroya fólk kunnu vænta at fáa at kunna seg um uppskotið, áðrenn farast skal til fólkaatkvøðu.
Svarið frá løgmanni var, at tíðarbilið helst ikki skal vera styttri enn tríggjar mánaðir. Hann vísti í sama sambandi á, at kjakið um tíðarbilið eisini hevur samband við, nær eitt uppskot um fólkaatkvøðuna kemur fyri løgtingið.