Tingfólk úr Eysturoy til reiðar at semjast um tunnil

EYSTUROYARTUNNIL Tingfólk úr Eysturoy eru nú til reiðar at sleppa ætlanini um at gera ein privatan Eyaturoyartunnil og at finna semju um ein almennan tunnil ístaðin

Tað er eitt krav frá tingfólkum í Eysturoy, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur nú. Men um hann er almennur ella privatur, er als ikki avgerandi fyri tey.
Tað gjørdu tingfólk úr Eysturoy greitt á fundi í Runavík leygardagin um umstrídda tunnilsmálið.
Á fundinum staðfestu tingfólk úr Eysturoy, at tey kunnu ikki liva við, at ætlanin dettur niðurfyri og tí verður tað eitt krav til samgonguna, at tunnilin verður gjørdur.

Ikki avgerðandi
Hinvegin er tað ikki avgerandi fyri tingfólk í Eysturoy um tunnilin er almennur ella privatur.
Tað lá ikki fyri hjá Jógvani á Lakjuni og Edvu Jacobsen at møta á fundinum leygardagin. Men øll hini seks tingfólkini úr Eysturoy søgdu, at tað er ikki avgerandi fyri tey um tunnilin verður privatur ella almennur. Tað einasta, sum er avgerðandi, er, at hann kemur nú.
Tað staðfestu bæði Bill Justinussen, Magnus Rasmussen, Helgi Abrahamsen. Alfred Olsen, Reimund Langgård, og Rodmund Nielsen.

Stórt vald
Tey vístu á, at við sínum átta tingfólkum eigur Eysturoy fjórðingin av øllum Løgtinginum.
Hartil er Eysturoy í teirri sermerktu støðu, at øll átta løgtingsfólkini úr økinum, eru í samgongu.
Tískil eiga eysturoyingar at havt eitt stórt vald í samgonguni.
Men tey seks tingfólkini á fundinum leygardagin løgdu dent á, at tey ætla sær ikki at hótta samgonguna í hesum máli, tí so kundi endin vera, at hon slitnaði og at tey mistu alt tunnilsmálið á gólv.
Ein orsøk til, at hóttanir ikki nyttar nakað, er, at summir tinglimir í samgonguni eru við at fáa kaldar føtur og vilja hava samgonguna at fella.
Hinvegin ætla tey at brúka øll síni diplomatisku evni at fáa semju um ein Eysturoyartunnil og so hevði tað einki at siga um hann er privatur ella almennur.
Og tingfólkini í Eysturoy staðfesta eisini, at semjan í samgonguni um ein privatum tunnil er farin at ridla av álvara og tí halda tey, at tað er mest sannlíkt at semja bara kann fáast um ein almennan tunnil.
Tað einasta, sum kundi fáa tey at hótta samgonguna, er at ongin semja fæst og at tunnilsmálið dettur á gólv, tí tey eru samd um at krevja, at tunnilin verður gjørdur, og hann skal gerast nú.

Nú skal smíðast
Tey staðfesta, at fyri stuttari tíð síðani tók eingin tunnilin upp á tunguna. Kári P, Højgaard hevur í hvussu so er klára eitt og tað er fáa tunnilin í fremstu røð og at fáa allar politikarar at bedýra, at teir vilja hava hann gjørdan.
- Nú er at smíða ímeðan jarnið er heitt, men samgongan tolir ikki, at onki hendir, staðfesta tingmenn úr Eysturoy.
Hetta er ein støða, Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, er samdur í.
Hann trýr kortini ikki uppá, at undirtøka er fyri einum almennum tunli, men er tað einasti møguleiki, er hann eisini til reiðar at taka undir við tí, bara tunnilin verður gjørdur.