Orðaskiftið um endurstovnan av Landsbankanum og at seta á stovn eitt føroyskt váðaráð, hevur bæði verið hart og hvast í tinginum í dag.
Orðaskiftið er ikki liðugt, men tingformaðurin hevur niðurlagt fundin til klokkan 13.15, so tingfólk kunnu fáa sær ein bita.
Andstøðan finst at, at hon ikki hevur fingið allar upplýsingar í málinum, serliga ikki um markamóti millum føroyskar og danskar mydugleikar, tá ið tað snýr seg um fíggjargeiran.
Grundleggjandi er andstøðan eisini ímóti at landsbankin verður endurstovnaður og Jørgin Niclasen helt ikki vit hava brúk fyri einum eftirliti, sum váðaráðnum afturat.
-Vit hava longu fimm eftirlit av ymiskum slag í fíggjargeiranum. Dugi ikki at síggja hvat tað sætta kann gera so nógv øðrvísi, segði hann.
Tingfundurin verður uppafturtikin klokkan 13.15.