Tingdagurin endaði í øði

Hóast tingið hevur verið saman síðani klokkan 18, so er hvørki álitið um fíggjarlógina ella um uppboðssøluna komið fram

Løgtingið fer heim í kvøld uttan at hava samtykt fíggjarlógina fyri 2016 - og ei heldur uppskotið um at selja nakað av fiskirættindunum á uppboðssølu.

 

Støðan er vorðin spentari og spentari, jú longur út á kvøldið vit komu, men tað stutta av tí langa er, at álitið hjá vinnunevndini ongantíð var lagt fram. Hetta skapti nakað av øði millum umboðini fyri andstøðu og samgongu seint í kvøld.

 

Andstøðan hevur meirlutan í vinnunevndini. Hon hevur sagt, at hetta mál má kannast enn betur, tí at kemur ein uppboðssøla nú, so er vandi fyri at landskassin fær endurgjaldskrøv. Tí vil andstøðan hava eitt løgfrøðiligt uppskot um hetta áðrenn hon  fer víðari.

 

Fyri at eitt álit kann koma úr eini nevnd er neðugt, at minst fýra undirkskrivtir eru á tí og í vinnunevndini hevur samgongan bert tríggjar. Tað vil siga, at andstøðan forðar fyri, at uppskotið verður lagt fram.

 

- Eg havi gjørt tað sum eg skal gera og álitið er skrivað, men eg sleppi ikki longur, sigur formaðurin í vinnunevndini Bjarni Hammar.

 

Álitið í fíggjarlógini er heldur ikki lagt fram og flestu tingfólk eru samd um, at tað eisini er ov seint at fara at viðgera tað nú. Bert atkvøðugreiðslan plagar at taka minst tveir tímar.

 

Viðurskiftini millum andstøðu og samgongu er versnað nógv í kvøld. Samgongan sigur at andstøðan blokkerar, meðan andstøðan sigur, at samgongan kundi havt gjørt forarbeiðið betri.

 

Nú er støðan tann, at tingformaðurin noyðist at kalla tingið samanaftur at samtykkja fíggjarlógina - helst millum jól og nýggjár.

 

Tað hevur eisini við sær, at nógvar broytingar fara at verða gjørdar á fíggjarlógini, tí  hetta sum er hent í kvøld, fer at fáa meirlutan at vinna andstøðuni nakrar neisur afturfyri gjøgnum fíggjarlógina.

 

Men tingið fer heim og kemur helst ikki samanaftur fyrr enn eftir jól.