Tingast við ETA um frið

Í Spania sigur stjórnin seg nú vera til reiðar at fara undir friðarsamráðingar við baskiska loysingarfelagsskapin ETA.

Jose Luis Rodriguez Zapatero, forsætisráðharri, sigur, at samráðingarnar hava til endamáls at gera enda á tí drúgva og blóðuga baskiska stríðnum ímóti myndugleikunum, men hann ivast ikki, at samráðingarnar verða bæði torførar og drúgvar. Zapatero vil ikki siga, nær samráðingarnar við baskar byrja, og tí verður neyvan nakað at frætta fyrr enn í september, tá innanríkisráðharrin skal geva tjóðartinginum eina frágreiðing um málið, skrivar AP úr Madrid.

Teir konservativu flokkarnir eru ikki fegnir um avgerðina hjá stjórnini at tosa við baskararnar. Teir halda, at stjórnin viðurkennir yvirgangsmenn, nú hon játtar at samráðast við ETA og Batasuna, sum er tann politiski vongurin hjá baskisku loysingarmonnunum.