Dansurin, ið skuldi vera í Eydnuni á Oyrabakka við Rox og Tinganest er útsettur vegna veður.
Ringa veðrið og veðurforsøgnin fyri náttina hava fingið fyrireikararnar at útseta tiltakið til eitt annað kvøld.
Tað er EB/Streymur, ið skipaði fyri, og fyriskipararnir siga við in.fo, at teir harmast um at útseta, men lova at tað dansurin verður fyriskipaður seinni.










