Tinganest fingu lív í

Hans Olivur Joensen er væl nøgdur við "við Brúnna"

Hans Olivur Joensen, fyrireikari av “við Brúnna,” er sera væl nøgdur við tiltakið.

 

- Her vóru eini 700 - 800 fólk, meta vit. Tað regnaði illa partar av kvøldinum, so allarhelst hava nøkur setst aftur av hesum ávum.

 

Fleiri av áhoyrarunum viðmerktu, hvussu deiligt tað var, at so nógv fólk úr økinum sluppu á pallin.

- Av teimum 17 nøvnunum, so vóru fimm úr økinum, so ein lítil triðingur. Tað var stuttligt at hoyra tey á einum so stórum palli. Eisini var stutligt at hoyra Edith Dahl Jakobsen, sum eg ikki havi hoyrt síðani vit settu sangleikin Fame upp. Hon, og øll hini lokalu, kláraðu seg sera væl.

 

- Tað eru ov fáir pallir til nýggjar tónleikarar, sigur Hans Olivur Joensen. Tì varð eg glaður fyri, at hava møguleikan at bjóða ókendum nøvnum úr økinum á pall hjá okkum. Tað burdu heilt vist verið fleiri møguleikar hjá ungum, óroyndum tónleikarum at spælt á, heldur hann.

 

- Tá eg hugsi um programmið, so eri eg sera væl nøgdur. Har var eitt sindur av hvørjum, okkurt til nærum allar aldursbólkar. Sum nevnt, so var tað ein góð blanding av tí lokala og fólk aðrastaðni frá. Eg kann uttan iva siga, at øll, sum vóru á palli, høvdu uppiborið at verið har, tað var eingin, sum fekk ein at hugsa, at hetta tiltakið var ov stórt til teirra.

 

- Tinganest vísti seg kanska at vera hæddarpunktið. Fótbóltsdysturin var liðugur og tað gavst at regna, so tá vóru eitt sindur fleiri fólk til tiltakið aftur og Tinganest megnaðu veruliga at fáa lív í fjøldina. Eftir miðnátt vóru Páll Finnur Páll eisini á palli og spældu væl, men tá vóru eini 200 fólk farin oman í Eydnuna til dans, so fjøldin var nakað minni.

 

Hans Olivur Joensen sigur, at hann hevur enn ikki gjørt av, hvørt tiltakið verður aftur næsta ár ella ikki.

- Tað letur til, at fólk úr økinum hava tikið tiltakið til sín, at tey halda tað er vert at fara til. Men tiltakið er ikki liðugt, fyrr enn vit hava ruddað av og eftirmett tiltakið. Eg fari ikki at taka støðu til framtíðina hjá tiltakinum fyrr enn tað er gjørt, sigur hann.

 

- At enda vil eg rósa ljóðveitarunum hjá okkum, fyri eitt megnararbeiði. Teir góvu okkum óluksáliga gott ljóð, sigur Hans Olivur. Ljóðtøkni, ið stóð fyri stóra pallinum og Mark Joensen, ið tók sær av ljóðinum í teltinum, hava alla rós uppiborið.