Tindur tikin í stongdum øki

Vaktarskipið Tjaldrið kom sunnukvøldið á Havnina við trolbátinum Tindi, sum hevði fiskað í einum stongdum øki

Trolbáturin Tindur varð sunnukvøldið tikin fyri at fiska í einum stongdum øki. Tað var vaktarskipið Tjaldrið, sum kom fram á bátin, og tók hann við sær á Havnina, har skipini løgdu at klokkan hálvgum ellivu.
Tindur, sum er heimahoyrandi á Strondum, royndi í stongda økinum, sum nevnist D2. Hetta økið liggur vestanfyri Suðuroynna og er innanfyri tólv fjórðinga markið. Tá Tjaldrið kom fram á bátin hevði hann trolið úti, so skiparin er tikin uppá feskan gerning.
Økið er opið frá 31. mai til 8. juli á hvørjum ári, men stongt restina av árinum. Tindur er ein av teimum trolbátunum, sum fær loyvi at fiska innanfyri tólv fjórðingar um summarið.
Mánadagin á middegi hevði skiparin framvegis ikki fingið sektaruppskot, men tá var hann skuldsettur fyri ólógligan fiskiskap.