Nú er komið fram, at sjónleikarin Tim Roth av fyrstani tíð fekk bjóðað leiklutin sum Professor Snape í Harry Potter filmunum, men at hann segði nei takk. Sum tey flestu munnu vita, var tað Alan Rickman, ið fekk leiklutin sum tann óndi Snape í Harry Potter filmunum. Men hóast filmarnir í dag eru sera væl umtóktir, angrar Roth ikki, at hann ikki tók av tilboðinum um at spæla Snape, tí hann heldur, at Rickman er perfektur til leiklutin.
Tá ið man spurdi meg, vóru bert tvær bøkur komnar út og tá tyktist Snape ikki at vera serliga mentur sum persónur. Eg havi sæð filmarnar og eg meti, at Alan Rickman er fantastiskur. Tá ið man hevur sagt nei takk til nakað, ið endar við at verða gott, so tók man nokk tað røttu avgerðina. Men eg hevði satt at siga ikki hug til at síggja meg sjálvan á mateskjum kring heimin júst tá, greiðir Roth frá.