Vit vita øll, at tjaldrið er føroyskur tjóðfuglur, men eingin veit, hvør hevur valt tjaldrið fram um aðrar fuglar, til henda leiklut. Jú vit vita, at hugskotið er sprottið úr Fuglakvæðnum, men hví tað skuldi gera júst henda fuglin til tjóðfugl, og hvør hevur tikið hesa avgerð, og við hvørji heimild, er ógreitt.
Vit hava ein vakran tjóðsang, sum helst øll eru glað fyri, men eingin veit, hvør hevur avgjørt, at júst hesin sangurin skuldi vera tjóðsangur. Vit høvdu einaferð ein annan tjóðsang, men onkur (eingin veit hvør) hevur býtt teir um.
Fyri nøkrum árum síðani fann onkur uppá at skipa fyri einum vali, har føroyska tjóðarblóman skuldu veljast. Tá úrslitið fyrilá, var mýrusóljan vald sum føroysk tjóðarblóma. Hvør ið gav heimild til at skipa fyri hesum vali og at góðkenna valúrslitið, er ilt at siga.
Um eg, tá eg gekk í skúla, hevði skrivað um ein ”kovboy”, so hevði lærarin sett ta reyðu strikuna undir orðið og sagt, at tað var ein feilur. Men nú ber til at skriva ”kovboy” í skúlanum, tí nú er ein orðabók á marknaðinum, sum skrivar orðið soleiðis. Orðabókarithøvundar fáa óavmarkaðar heimildir til at stava orð júst soleiðis, sum teir halda, at tað skal gerast, og frá tí degi, tá orðabókin kemur á marknaðin, er loyvt at stava orðið soleiðis. Hvør ið gevur hesa heimildina, veit eingin.
Kjakast hevur verið nú í eina tíð um føroyska stavraðið. Onkur sigur at nakrir bókstavir skulu ikki vera loyvdir, meðan onnur hava aðra meining. Eingin veit, hvør hevur givið heimild til at velja og vraka, og argumentini eru ofta ósamanhangandi.
Og nú er Atlasið aftur komið á dagsskránna, og øll hyggja spyrjandi uppá hvønn annan. Hvør skal geva heimild til at geva nøkrum útvaldum rætt at avgera, hvussu staðarnøvn skulu eita og stavast? Vit hava eina Staðanavnanevnd, men hon má ikki fáa nakra heimild, tí har situr onkur, ið hevur sjónarmið, sum onkrum øðrum ikki dámar. Tí má bíðast eftir eini aðrari málnevnd, sum møguliga fer at siga nakað annað (treytað av, at tað eydnast at fáa tey ”røttu” fólkini vald í hana). Hvør ið hevur heimild at avgera alt hetta, vita bara tey, sum hava givið sær sjálvum henda rættin.
Tað tykist sum at øll eru samd um, at politiski myndugleikin skal ikki hava avgerandi orðið at siga á hesum øki. Tað kann vera bæði rætt og rímiligt. Men eitt er at semjast um, hvør IKKI skal ráða. Verri gongur at finna útav, hvør SKAL ráða. Fyribils ræður tann, sum klárar at útnevna seg sjálvan.









