– Løgreglumaðurin var eitt sindur hvassoraður, tá ið hann spurdi um eg hevði bílagt nakað úr Danmark, og tá ið eg játtaði, greiddi hann mær frá, at hetta er ólógligt, og at eg tí verður ákærd og fái eina bót, sigur Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum er ákørd fyri at hava roynt at innflutt rúsandi evni til landið, tí hon í eini roynd í at finna linna bílegði sjokolátabønir við kannabissi í á netinum.
Í og við at alt hetta hendi, eftir at Gunnvá fór at leita eftir linna fyri mongu dagligu súmptomini, sum hon stríðist við orsakað av sjúkuni sclerosu, so er hon onkursvegna tilvildarliga vorðin forspákari fyri kannabis sum heilivág.
Hon greiðir frá, at hon hevur fingið nógvan stuðul frá fólki, eftir at hon valdi at vera opin um tað, sum er hent henni.
– Orsøkin til dygga stuðulin er, at tíðin er búgvin til hetta. Vit eru til reiðar at tosa um hetta trupla evni. Eg haldi eisini, at eg havi fingið hendan stuðulin, tí eg eri ein vanlig kona við skrivstovu útbúgving, eg eri gift einum sjómanni og saman eiga vit trý børn. Tað er øgiliga standard. Tað at eg eisini tosi um eitt kontroversielt evni, tí mær tørvar linna vegna sjúkuna, haldi eg eisini er ein orsøk til at hetta veruliga varð loftað av nógvum fólki, sigur hon.
Les alla samrøðuna við Gunnvá í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin