Tað er kent nógvastaðni kring um okkum, at fólk flyta úr bygdum, og hetta hava vit so sanniliga eisini sæð í Føroyum. Økini skulu helst hava eina ávísa stødd fyri at trívast.
Í endanum av sjeytiárunum var grønlendska bygdin, Kangerluk, sum liggur norðan fyri Qeqertarsuaq, eitt lítið, men vælvirkandi samfelag við fiski-og veiðimonnum.
Tá búðu eisini fleiri enn sjeyti fólk í bygdini.
Men, sum árini eru liðin, hevur stór minking verið í fólkatalinum, har heilar familjur hava gjørt av at flyta, eitt nú fyri at fáa betri umstøður á størru plássunum.
Sambært fólkaskrásetingini í Qeqertalik kommunu búgva nú bert sjey fólk í Kangerluk. Men, tað eru eisini aðrar orsøkin til, at fólkatalið í bygdini er minkað so nógv.
Sermitsiaq skrivar, at bygdin gjøgnum árini eisini hevur verið rakt av, at nógv ung í bygdini eru deyð fyri egnari hond.
Vinnulívsmenningin, sum annars var í Kangerluk, er nærmast steðgað, tí tørvur var á arbeiðsmegi til fiskavirkið í bygdini, sum annars var í einari góðari gongd við at salta tosk.
- Í dag eru einastu arbeiðspláss í bygdini eitt nú kommunala renovatiónin, bygdarskrivstovan og handilin, sum framvegis er í Kangerluk, skrivar Sermitsiaq.