Hetta verður millum annað gjørt við obligatoriskari undirvísing um ríkisfelagsskapin í fólkaskúlanum. Pengar verða settir av til eina ríkisfelagsskapsviku, sum eftir ætlan verður hildin fyrstu ferð í viku 46, í 2027.
Endamálið við slíkari evnisviku er at økja um vitaninia um okkara felags søgu, mentan og virði, í ríkisfelagsskapinum.
Umframt átakið við eini ríkisfelagsskapsviku, verða eisini onnur góð átøk sett í verk.
Den Nordatlantiske Gymnasieklasse (NGK), verður raðfestur hægri við einum munagóðum fíggjarligum stuðuli.
Peningur verður eisini settur av til námsferðir, har næmingar fáa møguleika at vitja londini í ríkisfelagsskapinum og harvið styrkja vitanina um hvønn annan.
Aftrat øllum hesum frálíku átøkunum verður undirvísing um ríkisfelagsskapin meira obligatoriskur og føroyskir rithøvundar og bókmentir verða partur av undirvísingartilfarinum á donskum miðnámsskúlum.
Hetta eru ómetaliga góð tíðindi, tí persónliga havi eg støðugt gjørt vart við, at vit mugu økja um vitanina millum børn og ung í Ríkisfelagsskapinum, fyri at m.a. basa fordómum og skilja hvønn annan betri. Sjómaq er eitt greitt dømi uppá eina verkætlan, sum hevur verið, og er, sera umráðandi fyri meg, tí eg haldi at tað er so umráðandi fyri eítt gott samstarv í ríkisfelagsskapinum, at vit miðja eftir at styrkja vitanina millum ung í ríkisfelagsskapinum.
So tørvurin har og eg gleðist um, at danska stjórnin eisini sær stóra tørvin og nú veruliga seta ítøkilig átøk í verk á økinum!
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.










