Nú skal røkka ella støkka. Soleiðis hevur tað verið sett upp undan tingfundinum, har málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin skulu endaliga avgreiðast við 3. viðgerð.
Í gjár broytti Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna fundarskránna fyri fundin soleiðis, at málið um tunnilin verður avgreitt áðrenn málið um pensjónsaldurin.
Sjálv sigur hon, at tað er púra av tilvild eina og aleina hennara egna væl. Onnur vilja gera tað til, at hetta gjørt fyri at Javnaðarflokkurin møguliga kann leggja trýst á Framsókn og Tjóðveldi at fáa tey at taka undir við Suðuroyartunlinum.
Í øllum førum hevur Javnaðarflokkurin møguleikan at geva aftur av somu skuffu – við ikki at stilla upp við fullum liði, sum flokkurin gjørdi í báðum málunum mánadagin, sum tann einasti.
Tá vóru hvørki Tjóðveldi ella Framsókn stjórnarberandi.
Javnaðarflokkurin – ella bara ein tinglimur í flokkinum – hevur somuleiðis møguleikan at leggja trýst á fyri at fáa til dømis málið um styttu arbeiðsvikuna knýtta at málinum um pensjónsaldur – ella bara at steðga málinum um pensjónsaldur, sum nívur so fast hjá Javnaðarflokkinum.
Eingin hevur sagt nakað um hvat sker, um til dømis málið um Suðuroyartunnilin verður samtykt og málið um pensjónsaldurin fellur. Fer Framsók so at taka seg úr samgonuni? Er tað trúverdugt, tá flokkurin slett ikki klárar at standa saman um avtaluna, sum gjørd er um tunnilin og pensjónsaldurin?
– Ella kanska alt fellir upp á pláss og bæði málini verða samtykt, sum er eins sannlíkt og nakað annað.
Hetta vita vit ikki enn. Men tað fer at vísa seg á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.
Skráin fyri tingfundin er hendan:
|
1 |
3. viðgerð LM-034/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggávu á almannaøkinum) |
|
2 |
3. viðgerð LM-066/2025 - Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum |
|
3 |
3. viðgerð LM-068/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri) |
|
4 |
3. viðgerð LM-078/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Persónar, sum hava fingið tillutaða framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu byrja útgjald av eftirlønarsamansparing áðrenn almenna fólkapensjónsaldurin) |
|
5 |
Framløga |










