Válan í Vestmanna verður 25. apríl

Aftur í ár er tað Bakkavegur, sum verður karmur um Válanina. Konsertirnar vera í kirkjuni, Vektarbúðini, Disvoy, Silkienni og á Staðnum

Vestmanna kommuna skrivar, at eftir vit hava heiðrað Merkið á ársins flaggdegi, fara vit at njóta góðan, føroyskan tónleik um kvøldið, í hugnaligum umhvørvi og í góðum selskapi.

 

Sum siðvenja er, eru konsertirnar 10 í tali, við fimm tónleikabólkum og einstaklingum, har tey spæla tvær konsertir hvør. Á hendan hátt ber til at náa runt at lurta eftir øllum.

 

Aftur í ár er tað Bakkavegur, sum verður karmur um Válanina. Konsertirnar vera í kirkjuni, Vektarbúðini, Disvoy, Silkienni og á Staðnum.

 

Tónleikaskráin verður fjølbroytt og góð, og hevur okkurt til øll oyru. Skráin verður kunngjørd í mars og tá verða eisini atgongumerkini sett til sølu.