Tiltøk ímóti Russlandi: Vit skulu ikki fylgja vesturheiminum

Vit skulu seta okkara egnu tiltøk í verk, sum passa til okkum, sigur løgtingsmaður

– Vit skulu ikki banna russiskum skipum at koma til Føroya, bara tí at ES ger tað. Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Annars hava bæði løgmaður, og landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum lovað bæði føroyingum og umheiminum, at føroyingar fara at fylgja vesturheiminum og at seta somu tiltøk í verk, sum ES ger. Men tað er ósemja í samgonguni um tað, tí Jacob Vestergaard heldur ikki, at vit, treytaleyst, skulu seta somu tiltøk í verk, sum ES setir í verk. Hann sigur, at tey tiltøk, ES hevur sett í verk, hava ongan týdning fyri ES.

 

Eitt russisk skip, sum kemur í eina ES-havn, hevur ongan týdning yvirhøvur fyri ES, men tað hevur alstóran týdning fyri okkum, tí vit hava so nógv samstarv við Russland, sigur hann. Tað kann samanberast við, at føroyingar seta forboð fyri at innflyta gass úr Russlandi til Føroya - og so krevja vit, at ES ger tað sama, sigur løgtingsmaðurin. Hann sigur, at vit keypa ikki gass úr Russlandi og ES hevur einki fiskiveiðisamstarv við Russland og tí eru bæði líka meiningsleys.

 

Jacob Vestergaard sigur, at tí skal samsvar vera ímillum, hvørji tiltøk verða sett í verk og hvussu hart tey raka. Vit selja ikki rakettútgerð og flogfør til Russlands, vit selja mat og tað hevur eingin sett forboð fyri enn. Eg eri vísur í, at sleptu vit fiskiveiðiavtaluni við Russland, fóru russarar bara at fiska kortini fyri at breyðføða fólki og tí verður neyðugt at viga fyri og ímóti, leggur hann afturat.

 

– Tá ið føroyingar sigldu fisk til Bretlands undir seinna heimsbardaga, var tað ikki fyri at metta bretar, men fyri at tjena pengar. Annars sigldu føroyingar fisk til Týsklands undir fyrra heimsbardaga, tí tá var tað tað, sum loysti seg best, segði fólkafloksmaðurin.

 

Løgtingið viðger eitt uppskot um at geva Jenisi av Rana heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina. Men samgongan vil ikki geva landsstýrinum heimild til at seta tiltøk í verk, sum skerja okkara útflutning til Russlands, ella tiltøk, sum fáa avleiðingar fyri okkara fiskiveiðisamstarv við Russland. Skulu slík tiltøk setast í verk, skal Løgtingið samtykkja tað beinleiðis. Løgtingið fer at avgreiða hetta málið í morgin,  fríggjadagin.