Uni Arge verður vertur og Birgir Kruse og Ove Olsen vera eisini í útvarpsstovuni, tá sendingin Nashvík fer í luftina á fyrsta sinni á Rás2 mánamorgunin Í sambandi við at Nashville.fo fer av bakkastokki í august mánað, vera eisini seks útvarpssendigar gjørdar og sendar á Rás 2. Nashvík er heitið og tað er felagið AEL, ið framleiðir sendingarnar.
Talan er um lætta og upplýsandi sending, har verturin Uni Arge, umframt at hugleiða um lívið í Nashvík, fær gestir á gátt í Nashvík.
Somuleiðis fer føroyski útvarpsveteranurin Ove Olsen at hava innslag um countrytónleik, meðan ein onnur kend útvarsrødd verður at hoyra í innslagnum ?søgan um sangin?.
Birgir Kruse fer saman við sangskrivarunum ? feðgunum jàkup og Zacharias Zachariassen . og sangaranum Gunnari Justinussen, at greiða frá um søguna aftan fyri fyrsta føroyska Nashville hittið ?Vit sigla heim?.
Nashvík fer eisini at snúgva seg um dagsaktuelt tilfar og hesaferð verður kikarin settur á festivalin við Múrin, ið verður í døgunum 17-19. Juli. James Olsen vitjar í útvarpsstovuni.
Fyrsta sending fer í luftina mánadagin klokkan 11 á Rás 2.