Tiltikna nýggjárshaldið møguliga fyri broytingum

Vágur hevur verið - og er - nýggjársbygd og tað skerst ikki burtur, at vágbingar her hava gingið á odda og víst veg. Í hópatali koma fólk til bygdar at halda veitslu og trína inn í nýtt ár við miklum veitsluróma, nógvum fýrverki, skemti og tónleiki og dansi

Síðani miðskeiðis í sekstiárunum, hava vágbingar veruliga gjørt burturúr nýggjárshaldinum. Tá tóku ungfólk seg saman og settu harvið nærum eina kavabólt á rull, sum bert hevur rullað seg størri og vakrari.
Øll hesi 30 - 40 árini hava veitsla, skemt, kyndlagonga, fýrverk og dansur verið fastir tættir og síðani 1967 hava tiltiknu skemtararnir staðið á palli. Niels Petur Nolsøe, Robert McBirnie og Petur Dahl Nolsøe. Seinni eisini Arnfinn Thomasen. Nøkur ár duttu tó burtur ímillum viðvíkjandi veitslu og skemti fyrst í 90?unum, tá lemjandi kreppan rakti Vágsbygd so meint.
Fýrverk
Í Vági er ein nýggjársnevnd og hon fer til verka langt áðrenn onnur hugsa um nýggjárshald. Skipað verður fyri kyndlagongu, kyndlarnir verða savnaðir kring bálið við Sandin og eftir at hava kvøðið nøkur ørindi, blakar formaðurin fyrsta kyndilin og síðani hinr, og so er stórt nýggjársbál.
Og tá er tað eisini, at eitt hitt stórsta fýrverk í landinum kemur fyri. So sera vakurt og stórsligið og eftir hvat skilst, so verður tað ikki minni av fýrverki í ár, enn undanfarin ár. Meiri peningur skal til og nú er farið undir at fáa fyritøkur at stuðla nýggjársfýrverkinum.
Á kvøldið klokkan 20 er vanligt við ræstkjøtaveitslu í VB-húsinum og tá er tað, at skemtararnir koma á pall at gera burturúr, mest lokalt skemt, sjálvandi, men framført við hóskandi priki, dugnaskapi og við dygdargóðum tættum í hópatali.
Broytingar
So hevur verið í mong ár, men nú koma møguliga nakrar broytingar. Sagt verður jú, at alt broytist við tíðini og nýggjárshald má sigast at vera tekin um tíðina, ið rennur avstað.
Enn er ikki heilt greitt, hvussu verður í ár, ella júst hvørjar broytingar verða gjørdar. Greitt er, at skemtararnir helst ikki fara nakran veg, men standa klárir sum altíð, og enntá fullmannaðir.
Men kanska er tað sjálvur formurin, ið má hava eina neyðuga broyting. Ongin loyna er tað, at somu fólk so trúgv hava skipað fyri ræstkjøtaveitsluni í mong ár. Og ikki er altíð so lætt at fáa yngri at taka við og á luttakarasíðuni er eisini ein broyting komin í, har heldur færri hava verið til veitsluna seinnu árini.
Millum annað hevur verið trupult at keypa kjøt til veitsluna, tí eisini hava so mong biðið sær pláss eftir evsamark fyri teknig er farið.
Júst hvussu broytingin verður, er ikki greitt, men tað tykist rættiliga víst, at ræstkjøtaveitslan verður fyri eini broyting so ella so.
Men vágbingar, og onnur vitjandi, kunnu gleða seg til árliga dansin í VB-høllini, har eini 8-900 fólk vanliga leitað sær at dansa nýggja árið inn, til sólin sær á morgni og fólk kunnu gleða seg til fýrverkið, sum aftur í ár verður nakað heilt fyri seg.