Tiltanic Impro Theater í Sjónleikarhúsinum

Í hesum døgum hava Sjónleikarhúsið og MáF forvitnisliga vitjan av Tiltanic, sum er ein sjónleikarbólkur úr Sveis, ið spælir eitt serligt slag av sjónleiki, ið kallast ?teatersport".
Hetta er fyrstu ferð at slík framførsla er í Føroyum.
Teatersport er eitt slag av ítrótti, tvey lið spæla upp í móti hvørjum øðrum, og annað liðið vinnur ella tapur.
Tað ber ikki til at siga, hvussu sjónleikurin eitur, hvat hann handlar um ella hvussu langur hann er, - tí í ?teatersport" er onki avgjørt frammanundan. Tað, sum hendir á pallinum, verður improviserað ella funnið uppá, akkurát í tí løtu leikur fer fram.
Í ?teatersport" hevur áskoðarin ein týðandi leiklut, áskoðararnir skulu avgera, hvat leikur skal verða um, t.d. geva leikarunum eitt orð, eitt hugtak, eina hending, og leikarnir skulu lofta orðinum og spæla ein leik, sum handlar um tað.
Bæði liðini spæla út frá sama orði ella hugtaki, og skal áskoðarin avgera, hvat lið hann heldur hevur bestu framførslu.
Meðan spælt verður, skal áskoðarin, akkurát sum í fótbóltsdysti, annaðhvørt vísa sína gleði, ella sína ónøgd.
Í Europa er ?Teatersportur" ein væl umtóktur sjónleikaraformur. Kappast verður millum býir, og millum lond. Tiltanic hevur vunnið fleiri av hesum kappingum.
11 sjónleikarar/tónleikarar eru við í Tiltanic. Nakrir føroyskir sjónleikarar koma eisini at luttaka á pallinum saman við Tiltanic.
Framførslur verða í Sjónleikarhúsinum hósdagin 9. juni kl. 20 og í Virkinum á Sandi fríggjakvøldið 10. juni kl. 20.
Atgongumerki fáast á Kunningarstovunum í Havn og á Sandi.