Tiltøk á skránni í Føroyahúsinum

Í kvøld 10. oktober vera alskyns tiltøk á skránni í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í samband við mentanarnáttina, sum fer at seta dám á samlaða býarlívið í Keypmannahavn Sjálvt um talan fyrst og fremst er um donsk og útlendsk nøvn, sum fara at vísa sínar mentanardygdir ymsastaðni í stórbýnum, verður eisini høvi at uppliva fleiri føroysk mentanaravrik í Føroyahúsinum í kvøld. Í hesum sambandi verða fleiri kend og minni kend nøvn hálaði úr posanum. Borðreitt verður við sera breiðum úrvali av mentan, so øll fáa okkurt til sín smakk. Alt frá siðbundnum føroyskum dansi til klassiskan tónleik frá teimum miðevropeisku londunum og tvørtur um Atlantarhavið til meiri nýmótans jazz og ikki minst elektroniskan tónleik. Eisini verður høvi at uppliva filmar og tosa um bøkur í sambandi vid bókaframsýningina. Vert er at nevna, at føroysku tungurnar, sum hava búð í Danmark í longri tíð fáa høvi at keypa føroyska ølið og turra fiskin, sum eru millum vørurnar, ið Føroyahúsið dagliga selur

 

Øll eru hjartaliga vælkomin á Mentanarnátt í Føroyahúsinum, sigur leiðarin í tíðindaskrivi.