Í dag nýti eg mína orku í føroyska vinnulívinum – í TF samtakinum – og eri ikki í politikki.
Vænti ikki at eg stilli upp til komandi løgtingsval. Men tá tú hevur stóran áhuga fyri samfelagsligum viðurskiftum og fyri, at vera við til at menna okkara land, so skal eg ikki útiloka, at eg kundi roynt meg í politikki aftur í framtíðini. Í politikki ber til at arbeiða fyri einum betri samfelag og at fáa ávirkan, ið kann flyta samfelagið rætta vegin. Tí hevur politikkur stóran týdning, og fylgi eg eisini væl við í tí, ið hendir hesum viðvíkjandi.
Gongdin í føroyska vinnulívinum hevur eisini stóra ávirkan á, hvussu vit kunnu menna okkara samfelag framyvir. Tí er tað sera gevandi at kunna vera við til at menna føroyskt vinnulív í hesum døgum.
Eg var í Løgtinginum frá 2002 til 2004, men varð so ikki afturvald. Havi síðan tá ikki stillað uppaftur. Í 2008 fekk eg bjóðað at koma í landsstýrið og var har eitt skifti.
Havi ikki tikið nakra endaliga støðu til, um eg stilli uppaftur í framtíðini, men hetta verður væntandi ikki á komandi løgtingsvali.










