Sigga Vang, sum hevur samskipað dómsnevndina til Ársins videolag á FMA, hevur í dag kunngjørt hvørji fimm videoløg eru tilnevnd sum Ársins videoløg.
Tey eru:
Greta Svabo Bech – Broken Bones
Heiðrik á Heygum hevur leikstjórnað tvey av teimum fimm tilnevndu videoløgunum. Talan er um True Love hjá Eivør og Norðlýsið hjá Byrta. Polar Films Entertainment hava leikstjórnað Tú hjá All In, meðan tað eru danska Lene Drachmann, ið hevur leikstjórnað The Fighter hjá Lenu Andersen og Jamie Quantrill, sum hevur gjørt Broken Bones hjá Gretu Svabo Bech.
Vinnarin av Ársins video verður kunngjørdur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. mars.
Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið skipa fyri FMA.