Danski bólkurin Nephew hevur eitt serligt tilknýtið til føroysku lurtararnar og hevur møguleika aftur í ár at vinna heitið sum besta útlendska bólk/einstakling. Bólkurin hevur jú vitjað tvær ferðir á G-Festivalinum. Og báðu undanfarnu árini varð Nephew valdur til ársins útlendska tónleikanavn á Planet Awards. Seinastu tíðina hevur ein live-útgáva av lagnum »Hospital« klintrað uppeftir donskum hitlistum. Hetta lagið er av konsertfilminum »07.07.07«, sum bólkurin nýliga hevur útgivið.










