Tilnevning besti føroyski bólkur ella einstaklingur: The Dreams

The Dreams hava veruliga gjørt vart við seg í Danmark seinasta árið, hetta í so stóran mun, at bólkurin, nú er í uppskotið til planetina sum besta føroyska tónleikanavn. The Dreams er ein bólkur, ið altíð hevur megnað at ganga óvæntaðar leiðir, tá bólkurin í 2005 reis upp úr øskuni av punkbólkinum Zink, var tað við boðunum til Føroya fólk, at Anastacia, hevði valt bólkin at luttaka í hennara sending á MTV.

Komnir heim aftur við einum triðja plássi í lummanum, fóru teir í upptøkuhølið, og spældu sínar tulkingar av føroyska sangskattinum inn. Ein fløga, ið var óvæntað, men sum gjørdi The Dreams til best umtókta tónleikanavnið í Føroyum.

Fluttir til Danmarkar fóru teir í eitt óvæntað samstarv við gamla hip hopparan Chief 1. Síðan valdu teir at luttaka í Eurovision grand prixnum, ein luttøkam sum eisini kom óvart á fólk, og so sungu teir á donskum. Men eins og øll hini valini riggaði hetta. Hetta riggaði somikið væl, at bólkurin hevur havt trý løg ovast á Boogie-listanum hjá DR, m.a. Backstabber, ið enn liggur har. Eingin annar føroyingur hevur nakrantíð havt so nógv løg á Boogie-listanum.

 

Fyri at atkvøða fyri ?The Dreams? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bf1. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.