Songkvinnan, sum stórtívist í gospeltónleiki, hugtekur ferð eftir ferð við síni framúr góðu rødd Sigrid Rasmussen hevur nakað yvir sær, sum fáar aðrar songkvinnur her á landi hava. Vakra songkvinnan hevur eina framúr góða rødd, og tá ið hon fer á pallin er ein altjóða dámur yvir henni.
Hon kann syngja gospel, so tað stendur eftir, og tá ið hon fer í holt við aðrar sjangrur kann staðfestast, at hon eisini kann syngja popp ella jazz, skuldi tað verið.
Sigrid Rasmussen hevur áður verið poppstjøran í Noregi, og hon hevur eisini gingið á tónlistaskúla í London. Nú er hon heima í Føroyum, og tað hevur við sær, at hon er oftari at hoyra til tiltøk, enn hon onkuntíð hevur verið. Og tað kunnu føroysku oyruni njóta gott av.
Atkvøð fyri Sigrid Rasmussen sum bestu songkvinnu við at smsa: pla bk5 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb