Linda Andrews trein í ár eftir fleiri virkin ár uttanlands inn aftur á føroyska pallin, nú er hon í uppskoti sum besta songkvinna á planet Awards Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews - Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men í ár trein hon veruliga inn aftur á føroyska tónleikapallin. Henda føroyska gospel diva gav fyrstu fløguna út sum einstalkingur og spældi eina minniliga konsert á Summarfestivalinum, ið fekk ummælarar og áskoðarar at kappast um at rósa henni. Røddin er egin og teknikkurin er í serflokki. Linda hevur nógvar royndir sum kórsangari og kórleiðari, og hesar royndir, ið telja m.a. arbeiði saman við heimsstjørnum, hava givið henni eina serstakliga góða fatan av, hvussu hon fær brúkt sína rødd á bestan hátt.
Fyri at atkvøða fyri Lindu send eini sms boð til 1930, við koduni pla bk2, Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.