Um ársskiftið 2015-2016 vóru Venjingarskúlin og Kommunuskúlin lagdir saman, í juni 2015 fekk samanlagdi skúlin navn, Skúlin á Fløtum, og so varð farið undir at gera byggiskrá, projekt og loksins undir at byggja. Nú gott og væl 5 ár seinni, er skúlin liðugur og klárur at flyta inn í. Sjálv var eg forkvinna í Mentanarnevndini tá, og tað var ikki løtuverk at fáa hesa verkætlan í gongd. Nú hevur verandi býráðssamgonga tryggjað, at skúlin varð liðugur – og tøkk fyri tað.
##med2##
Umleið 850 næmingar og 100 lærarar og starvsfólk hava øll hesi árini síðani sýnt ein vilja sum stál at vinna á forðingum. Og tað hevur ikki verið lætt.
Nú eru á hesum stað tríggir stásiligir skúlar. Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin og Glasir. Tríggjar sera avbjóðandi byggiverkætlanir – har seinasta orðið helst ikki er sagt enn. Men har bæði kommunan og landið vilja bjóða okkara ungdómi teir allarbestu framtíðarmøguleikar.
At leggja tveir so stórar og so góðar skúlar saman í ein, er ein trupul tilgongd
Bæði Venjingarskúlin og Kommunuskúlin vóru tveir mentanarvarðar í Tórshavnar skúlasøgu. Og eg skal viðganga, at tað var við bivandi hjarta, at eg saman við táverandi Býráði tók hesa avgerð.
##med3##
Men Býráðið var einmælt samt um avgerðina – og so var bara at smoyggja upp um armar og fara til verka. Báðir skúlar máttu fáa betri hølisumstøður. Kommunuskúlin hevði ongan skúla, og Venjingarskúlin hevði heilt stórar avbjóðingar.
Ein sorgblíð løta
Tað var ein stór, men eisini sorgblíð løta, tá ið eg í dag stóð úti á Frælsinum og hugdi at skrúðgonguni, sum fór av Frælsinum og út á Fløtir.
Sjálv taldist eg millum teir fyrstu næmingarnar, sum í 1968 byrjaðu á Venjingarskúlanum. Tá var eg júst flutt heim til Føroya, og Venjingarskúlin var flunkandi nýggjur. Og nú er Venjingarskúlin søga.
##med4##
Kommunuskúlin nú Finsen og Venjingarskúlin vónandi framtíðar Campus
Kommunuskúlin livir sítt fríska lív sum næmingaheimið Finsen. Sum gjørdist ein verulig sólskinssøga. Og eg vóni at Venjingarskúlin hevur lagt lunnar undir, at vit fáa eitt veruligt Campus, eitt Fróðskaparsetur, har øll lesandi eru saman.
##med5##
Tillukku til næmingar, starvsfólk, foreldur og Tórshavnar Kommunu
Nýggi skúlin á Fløtum er væl skipaður, heitur og so á tremur av nýggjum møguleikum. Bæði inni og úti – og sum nakað nýtt, so fer Skúlin á Fløtum at slóða fyri, at vit fáa ein virknan matpolitikk á skúlunum í Havn. Tí sum orðatakið sigur “Uden mad og drikke – duer helten ikke”.
##med6##
Tøkk til øll, sum hava lagt orku í at fremja hesa byggiverkætlan. Hjartaliga tillukku til tykkum øll, sum hava bíðað í tolni og fingið tað ómøguliga til at bera til, meðan tit bíðaðu.
Tillukku Skúlin á Fløtum
Bestu heilsanir,
Helena Dam á Neystabø, býráðslimur