Av kendum andlitum í Havnargøtum man Marsanna vera ein teirra ? og tað kann vera í so ymiskum. Mest frá teimum árunum hon var vinarliga andlitsbráðið í gamla H.N. Jacobsens Bókahandli, har Marsanna var krambakvinna til hon legði frá sær fyri aldur.
Men tað kann vera í so mongum øðrum føri, tú komst í samband við hana. Sum búsitandi á Tinghúsvegnum er hon sjálvsagt altíð áhuga, hvussu tað gongst hjá B36, men í hesum sambandi kunnu vit so avdúka hana sum serveringsdamu, sum myndin sýnir og sum mong eisini minnast hana.
Marsanna hevur alla sína tíð verið virkin og á mongum økjum. Sum ung var hon á Spinnarínum hjá Evensen úti í Sandá, tá møttu tey kl. 6 ár morgni, so teinurin av Tinghúsvegnum út í Sandá kundi tíðum vera ótýdligur. Nøkur ár var Marsanna í útlondum, aftan á kríggið kom hon heim aftur á klettarnar. Enn síggja vit Marsonnu í gøtunum ? og altíð fært tú eitt vinarligt prát við hana.
Kenningur