Fótbóltur
Eftir 10 umfør er myndin av ársins útgávu av Vodafone-deildini av álvara við at tekna seg.
Hóast 07 Vestur framvegis liggur á niðurflytingarplássi, so er eingin ivi um, at dagsins føðingardagsbarn telist millum heilt stóru profilarnar í fótbóltslandskappingini.
Sjálvur hevur Jens Erik skotið átta mál í ár, og saman við Tór-Ingar Akselsen og Hendrik Rubeksen hevur hann staðið fyri einum flottum álopsparti hjá 07 Vestur. Ein álopspartur, sum hevur viðført, at 07 Vestur hevur skotið fleiri mál enn bæði ÍF og KÍ tilsamans. Og einsamallir hava teir tríggir skotið 14 mál!.
Verjuparturin hevur tó ikki staðið mát hjá 07 Vestur, og tí ríður liðið framvegis sera tungt. Mánadagin tóktist liðið annars hava gjørt nóg mikið, men við trimum deyðbóltum sluppu meistararnir úr EB/Streymi úr saksinum, soleiðis at teir enn halda lív í vónini um at renna kapp móti oddaliðunum.
Har eru HB, Víkingur og NSÍ annars í fullari ferð við at draga frá restini. HB spældi javnt í trupla útidystinum á Toftum, og hóast tað er svárt at missa 3-1 leiðslu, so man talan vera um úrslit, sum HB-legan væl kann liva við móti form-sterku toftamonnunum. Víkingur vann aftur í grannauppgerðini, men skaðar merkjast væl hjá tunna hópinum.
Stóra brakið komandi umfarið – sum tó ikki verður fyrr enn um tvær vikur – verður, tá NSÍ vitjar í Havn. Higar til hevur NSÍ vunnið allar sínar útidystir, og halda tey hagtølini, eru útlit fyri, at oddurin tá telur tvey - og kanska trý – lið, sum øll eru ájøvn í stigum.
Í botninum er myndin framvegis, at KÍ er púrasta avbyrgt, og meðan 07 Vestur roynir at vinna seg upp um ÍF. Og ansar B36 sær ikki, kann árstalsfelagið eisini gerast partur av tí bólkinum. Ikki minst, tá hugsað verður um, at teir báðir næstu dystirnir eru móti ÍF og KÍ. Hesa ferð tapti B36 á Argjum, har eingi tekin um niðurflytingarvanda eru at hóma. Tvørtur ímóti hevur AB við einum einstøkum undantaki prógvað, at teir kunnu geva einum og hvørjum liði í deildini dygga mótstøðu. Ikki minst á Argjum, har tað bert er Víkingur, sum hevur vunnið í ár.