Tillukku Jógvan Martin!

Ágangurin hevur ikki altíð verið heilt rímiligur. Men við treiskni, tolni og trúgv upp sítt egna arbeiði hevur Jógvan Martin Olsen rokkið stóran part av sínum máli. Best hugsandi aftursvarið kom leygardagin á Tórsvølli

Fótbóltur

 

- Eg havi tað sum eitt fjónskt bókatræ. Tað stendur har framvegis, hóast svínini hava gníggjað sær ímóti tí.

Orðini átti fyrrverandi danski landsliðsvenjarin, tá hann ímóti øllum sannlíkindum hevði leitt danska fótbóltslandsliðið til EM-heitið í 1992.

Nú er ein javnleikur móti Eysturríki kanska ikki heilt tað sama sum eitt EM-heiti, og viðferðin, sum Jógvan Martin Olsen hevur fingið, stendur kanska ikki heilt mát við hana, sum Ricardo oftani var fyri.

Men tað er eingin loyna, at atfinningarnar móti Jógvan Martini Olsen mangan hava verið órímiliga harðar. Tað kann væl vera, at venjarin ikki altíð hevur valt røttu loysnina, men hesum hevur hann heldur ikki verið bangin fyri at viðganga. Og røttu loysnirnar hevur hann sjáldan fingið nakran kreditt fyri.

Setningurin hevur fyrst og fremst verið at byggja eitt nýtt landslið upp, og hetta er eitt arbeiði, sum tekur tíð. Tí tað ber ikki til eftir einum degi at menna spælarar, sum skulu loysa John Petersen, Øssur Hansen, Jens Kristian Hansen, Óla Johannesen, Julian Johnsson og Pól Thorsteinsson av. Menn, ið tilsamans hava einar 300 landsdystir í skjáttuni. Og tá mugu fótbóltsføroyar góðtaka, at avrikini sveiggja í meira lagi í eina tíð.

Leygardagin heystaði Jógvan Martin nakað av tí, sum hann sjálvur hevur verið við til at sáað, og tað munnu vera tey fæstu, sum ikki unna honum hetta so hjartaliga. Og av hesum síðum skal í øllum førum ljóða eitt stórt tillukku.

Og samstundis eitt herðaklapp til FSF. Tað kann vera, at FSF skuldi valt øðrvísi fyri trimum árum síðani. Men tá valið varð tikið, hevði tað ovurstóran týdning fyri framtíðina hjá føroyskum fótbólti, at venjarin fekk arbeiðsfrið at byggja eitt nýtt lið upp. Og hetta hevur FSF givið honum.

At tað er ringt at vera profetur í egnum landi hava tey trý árini hjá Jógvan Martini so sanniliga víst. Tí er kanska rættast, um næsti venjarin verður útlendingur. Gjarna ein útlendingur við drúgvum royndum og stórari virðing, soleiðis at hesin eisini hevur karisma og pondus til at røkka út til feløgini.

Eitt boð kundi kanska verið Karel Brückner, sum jú hevur eitt stórt navn á altjóða pallinum. Tað kundi jú væl hent seg, at hann er tøkur á marknaðinum um ikki so langa tíð ;-)