Tað hevur verið við miklum spenningi, at øll tjóðin hevur sitið rúnarbundin framman fyri skíggjan seinastu fríggjakvøldini fyri at fylgja við, hvussu tað fór at gangast Annu Nygaard í X-Factorsendingini hjá Danmarks Radio. Soleiðis var eisini fríggjakvldið, tá spádómurin hjá Annu í Sosialinum síðsta mánadag gekk út: At hon endaði í vandabólkinum næstu ferð.
Tað er sjálvandi at harmast um, at Anna dró stytsta stráið fríggjakvøldið, tí vit vildu øll fegin sæð hana í finaluni í Parkini um tvær vikur.
Tað eru ymsar meiningar um hesar ymsu idol-dyrkingarsendingarnar, sum til dømis X-Factor. Sjálvt løgtingsfólk hava umrøtt tær á tingi - og tá hevur verið tosað um lættisopp og danska imperialismu. Tey um tað.
Vit hava so ofta tosað um fótbóltin og hvussu stóran týding fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur fyri Føroyar. Tað hevur verið kallað »besti ambassadørur« tá tað snýr seg um at branda Føroyar, og tað er alt mikið gott. Tað tykist nú, sum tónleikurin hevur tikið yvir hendan leiklutin, í øllum førum tá tað snýr seg um Danmark og danska marknaðin.
At X-Factor - og luttøkan hjá Annu Nygaard ikki einans hevur stóran áhuga í Føroyum, men eisini í Danmark, ber mikla miðlaumrøðan um vikuskiftið týðulig boð um. Nógv fólk eru á gosi, tí Anna var tveitt úr kappingini - og enntá hevur ein fólkatingslimur kravt av danska mentamálaráðharranum, Per Stig Møller, at hann skal tryggja, at sms-atkvøðugreiðslur hjá public service miðlum fara fram á reiðiligum grundarlag. Tað man so vera fyrstu ferð, at ein X-Factor luttakari beinleiðis er endaður á einum ráðharraborði.
Tað var eisini fult hús á Hvonn leygarkvøldið, tá Rás2 hevði boðið Annu heim at luttaka í beinleiðis sendingini Hvonn Live. Bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, nýttu høvi at heiðra henni.
Jú, tað er stuttligt, at vit í Føroyum eiga so góðan og gløggan ungdóm, sum Anna Nygaard er eitt dømi um. Nakað kann vera um tað, sum Helena Dam á Neystabø segði á Hvonn leygarkvøldið, at tað er mentanin, sum skal fáa Føroyar úr kreppuni.
Vit skulu á hesum stað í øllum førum nýta høvi at ynskja Annu Nygaard hjartaliga tilluku og alt tað besta framyvir.