Tilhaldsfólkini vitjaðu á gamla spinnaraínum

Mikudagin 14. juni fóru 55 fólk úr Tilhaldinum í Havn í leigaðum bussi til Klaksvíkar at síggja gamla spinnaraíið hjá Monu Olsen. Har vóru vit væl móttikin. Olga Biskopstø greiddi frá at Sp/f Filana varð stovnað í 2003. Tað var systirdóttir Monu , Maria, ið tók hetta stigið. Maria savnaði ein bólk av fólki, ið hevði áhuga í og vóru sinnað at fara undir at framleiða tógv á virkinum hjá Monu.

Útgangsstøðið fyri virkseminum var frá byrjan av at skapa eitt virki, ið byggir á fleiri súlur, hesar eru: framleiðsla, gransking og menning av føroyskari ull og tógvi, frálæra og mentan.

Málið er, at framleiða og selja dygdar tógv úr tí føroysku ullini. Úrvalið verður breitt, bæði siðbundið og nýmótans, eisini hvat litum viðvíkir. Filana verður eitt "konsept" har kundin fær trygd fyri at vøran er spunnin úr bestu føroysku ullini. Har teir serligu góðu eginleikarnir, ið bert rein føroysk ull hevur m.a. í køldum og vátum umhvørvið, vera varðveitir.Um ikki so langa tíð, verður fyrsta tógvið, ið er framleitt á virkinum, at fáa til keyps. Í sølubúðini Filana og kring landið, men inn til tá, er høvi at hyggja inn á gólvið til ein kaffi/temunn og eitt tógv/ulla prát.

Góðskustýring og sporføri skal tryggja eina høga góðsku og trygd hjá kundanum, um at vøran er upprunalig.Tað er ein styrki hjá okkum segði Olga, at vit hava kunnleika tøkan bæði til góðsking av rávøruni og til spuna. Tað er eisini ein styrki, at vit hava ein hóp av royndum, ið Mona Olsen gjørdi, meðan hon hevði spinnaríið. Hesar royndir eru skrásettar og nýttar sum útgangsstøði fyri framleiðsluni av siðbundna tógvinum.

Spinnaríið hjá Monu varð tikið í nýtlsu 1967. Tað var Mona Olsen sum tók stig til at byggja virkið, beint eftir at Spinnaríið hjá Kjølbro hevði latið aftur mitt í 1960´unum. Mona keypti maskinurnar frá Kjølbro, tí hon helt, at tað var stór skomm, at onki spinnarí var í Norðoyggjum.Bygningurin er 23,3 x 8,5 m til støddar, Poul Nolsø Kjølbro teknaði bygningin og sniðgav hann soleiðis, at maskinurnar passaðu neyvt inn í høllina. Maskinurnar hjá Monu gjørdust "heimskendar" tá hon í sjónvarpinum greiddi frá hvussu nógv hol (1100) hon skuldi smyrja. Men maskinurnar, sum eru millum 80 og 100 ára gamlar, eru væl hildnar. Teir maskinmenn, ið settu tær í gongd fyri kortum, søgdu at tað var ein fragd at síggja hvussu væl tær virkaðu.Mona gekk sera høgt upp í sítt arbeiði á spunavirkinum. Hon vaskaði og turkaði sjálv alla ullina heima, síðani bar hon ullina á spinnaríið at spinna.Maskinurnar passaði hon við nærlagni og tað er tiltikið hvussu tær væl tær vóru smurdar.

Eftirspurningurin av tógvnum hjá Monu var stórur bæði her og uttanlands.Tógvið varð selt so hvørt tað varð spunnið. Eini 6 fólk arbeiddu fast á virkinum  í mong ár. Tá nýggjar tíðir komu, steðgaði arbeiðseftirlitið virkinum hjá Monu. Men Mona sjálv helt áfram at hava spinnaríið í gongd høgt upp í aldurin.

Fyri Monu var handfaringin av ullini hjartatátturin í tógvframleiðsluni. Skuldi tógvið vera gott, var neyðugt at nýta góða ull, og hon var meistari í at lýsa eginleikarnir hjá ullini og meta um góðskuna.Tað sjálvsama við tógvinum hjá Monu er, at tað hevði ein annan snúður.

Men fyri Monu var tað at spinna tógv ikki bert ein vinna, men eisini eitt týdningarmikið mentunarligt arbeiði. Hennara lívsyrki var hjúkla um og menna tað ellgamla ullhandverkið og bera kunnleikan um hetta víðari til komandi ættarlið. Mona fýltist á, at skúlin gjørdi ov lítið við at geva børnunum henda kunnleika.

Olga segði frá, at Mona bant ymisk pløgg til fiskimenn. Hon bant m.a. nógvar hosur á tí gomlu svensku bindimaskinum. Í 2002, 88 ára gomul, bant Mona saman við starvsfólki fleiri enn 700 pør av hosum at selja umborð á Skálabergi og Nærabergi.

Vit ynskja kvinnunum á Filana góða eydnu við spinnaríinum og vóna sjálvandi at øll klaksvíksfólk og  Føroya fólk fara at nýta høvi, at vitja spinnaríið (nú er laga manni at ferðast undirsjóartunnillin er komin um Leirvíksfjørð). Somuleiðis at keypa sær tógvið tá ið tað verður at fáa á marknaðinum.

Aftaná vitjanina á spinnaríinum var ein góður drekkamunnur góður og hann fingu vit í Klingruni hjá Jórun. Ein prýðilig og rúmlig kafé og bakarí við úrsýni yvir Borðoyarvík gjøgnum stór panoramavindeygu.

Tað var forkunnugt at kunna keypa sær breyð og køkur úr Klaksvík við heimaftur.

Afurkomin í Steinatún takkaðu vit væl nøgd fyri ein góðan túr.

Tilhaldsfólkini