Tilhaldið úr Havn vitjar Betesda í Klaksvík

Í dag vitjaðu 50 fólk úr Tilhaldinum í Havn í Betesda í Klaksvík.

 

Tilhaldið í Tórshavn er virkið tilhald fyri eldri og hevur m.a. sum aðalmál at varðveita og menna heilsuna hjá pensjónistum í Tórshavnar kommunu.

 

Í dag høvdu tey skipað fyri eini útferð til Klaksvíkar, har fyrst varð lagt at landi hjá nýggja stásiliga Betesda. Í ferðalagnum vóru 50 fólk, sum Eyðun Elttør tók í móti og beyð vælkomin. Hann greiddi frá tøknini og bygninginum annars.

 

Torkil Mørkøre sang og spældi ein sang fyri teimum, síðani sluppu tey runt um í húsinum at síggja varka og rúmliga bygningin. Áðrenn gestirnir úr Tórshavn fingu ein bita, sungu tey Boðar tú til allar tjóðir og Stór er tín trúfesti.

 

Eilif Samuelsen takkaði fyri vegna tey vitjandi og vóru tey fegin um høvið at síggja prýðiliga og vakra bygningin, sum hann tók til. Tó at tit eina mest bjóða andaliga føði í hesum húsi, so eru vit eisini hjartans fegin um ta frálíku máltíð, tit hava borðreitt fyri okkum, legði Eilif afturat.

 

Eyðun takkaði fyri á vísti til, at vit eiga at bera bryðarnar hvør hjá øðrum – og tað er tað, vit m.a. royna at gera í dag. Tit eru altíð vælkomin legði hann afturat.

 

Eftir vitjanina í Betedsa var farið niðan í Christianskirkjuna at síggja listaverkið, Jesus úr Nasaret hjá Edward Fuglø. Eisini varð vitjað á Heiminum við Vágna – og onkur teirra nýtti høvið at støkka inn á gólvið hjá onkrum kenningi, tey ikki høvdu sæð í langa tíð.

 

Wanja Petersen er dagligur leiðari á Tilhaldinum og afturat sær hevur hon Randi S. Wang sum hjálparfólk. Dagliga vitja millum 30 og 80 fólk Tilhaldið, alt eftir hvat er á skrá, tí har er nógv ymiskt at velja í.