Seinastu árini hava eygnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum saman við Ílegusavninum og í samstarvi við granskarar á Københavns Universitet og University of Iowa, USA, gjøgnumført fyrstu kanningina av grøn star - Glaucoma - í Føroyum. Grøn star finnist hjá øllum fólkasløgum í heiminum og kann gera fólk blind.
Hetta skrivar gransking.fo.
Verkætlanin, sum Elin Holm og Thomas Rosenberg hava staðið fyri, varð framd í tíðarskeiðinum oktober 2015 til desember 2017. Verkætlanin er stuðlað av høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunnunum.
Kanningarúrslitið er kunngjørt grein í amerikanska tíðarritinum Journal of Glaucoma. Greinin kallast: "Prevalence of Open-angle Glaucoma in the Faroese Population".
Allir nýstaðfestir tilburðir vóru granskaðir, eins og teir sjúklingar, sum longu vóru kendir frammanundan.
Kanningin avdúkaði 264 persónar við grøn star, ið svarar til eitt sindur meiri enn 1% av teimum, ið eru 40 ár og eldri. Tey yngstu í tí aldursbólkinum eru lutfalsliga fá, men so økist talið so líðandi. Ímillum tey, sum eru 90 ár og eldri, eru tað uml. 5% sum hava grøn star í Føroyum.
Í summum familjum eru fleiri ættarlið, sum hava ella hava havt grøn star. Tað er tí væl hugsandi, at tað eru ein ella fleiri arvaligar ílegur fyri grøn star við serligari útbreiðslu í Føroyum. Tí fingu luttakandi persónarnir høvi at vera við í eini ílegukanning. Tey, sum vildu luttaka, lótu eina blóðroynd til Ílegusavnið. Haðani varð ílegu-tilfar sent til University of Iowa, sum hevur eina serdeild fyri grøn star kanningar. Úrslitið av hesum kanningum fyriliggur ikki enn, skrivar gransking.fo.
Sí meira um grøn star í longri grein á ls.fo










