Í summar verður møguligt hjá ferðafólki at fáa guidaðar túrar út á fýrin á Kalsvík við matpakka. Tað er Norðoya Kunningarstova sum hevur gjørt eitt samstarv við Jóhannus Kallskarð, bónda á Trøllanesi.
-Hatta er ein vælumtókt strekki, og har ganga nógv fólk. Túrurin er miðal lættur at ganga, og serstakliga flottur. Myndin av útsýninum har úti er nógv at sígga á Instagram, og erein mynd sum nógv vilja taka, sum vitja í Føroyum, sigur Hallgerð Akurstein, leiðari á Norðoya Kunningarstovu.
Hon greiðir frá, at Jóhannes Kallskarð hevur gjørt bólkatúrar í nøkur ár, men eftirspurningurin eftir túrum fyri einstaklingar er nógv vaksin. Einstaklingar vilja fegnir fylgja vegleiðingunum, sum Kunningarstovan gevur og tað riggar best, um tey fáa ferðaleiðara.
-Summi ferðafólk eru von at ganga í haganum, og hetta eru serliga fólk úr Noregi, Kanada og Sveis, men summi eru als ikki von við tað, og velja ikki at fara um tey ikki fáa ferðaleiðara. Tey vita snøgt sagt ikki hvussu tey skulu fyrihalda seg til trygdina, seyð, nátturu og annað, sigur hon.
Hallgerð Akurstein greiðir frá, at bóndin Jóhannes Kallskarð er frásøgufólk og og ferðaleiðari á túrunum, og hetta er sera positivt, tí túrurin er í samstarvi við eigaran av haganum.
-Tað er fantastiskt at hann velur hetta ístaðin fyri at forða ferðafólki fyri at ganga í haganum. Á Trøllanesi hava tey hava valt at bjóða eitt tilboð í staðin fyri at seta forboð. Eisini fær bóndin serstakliga góð ummæli frá bæði ferðafólki og føroyingum, sum hava gingið túrin, sigur hon.
Túrarnir vera mána-, miku-, og fríggjadagar klokkan 11 í juni, juli og hálvan august mánað. Túrurin út á fýrin tekur á leið tveir tímar.