Leiðarin á Vaktar- og bjargingartænastuni, Elmar Højgaard, er nú eisini stjóri á Tilbúgvingarstovninum Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av at seta Elmar Højgaard sum fyribilsstjóra fyri Tilbúgvingarstovn Føroya, til nýggjur stjóri verður settur.
Hann tekur við eftir Anni á Hædd, sum hevur sagt seg úr starvinum.
Elmar Højgaard er leiðari á Vaktar- og bjargingartænastuni, og hann verður verandi í tí starvinum, meðan hann er fyribilsstjóri á Tilbúgvingarstovninum.