Um góðar tvær vikur kann stýrisbólkurin fyri tilbúgvingarætlanina leggja eina ávegis frágreiðing fram, um hvussu langt tey eru komin í arbeiðnum at gera eina ætlan, hvussu farast skal fram, tá vanlukkur hótta ella eru hendar.
Fríggjadagin var fundur millum allar partarnar, sum eru við í arbeiðnum, og skjótt verða avvarandi myndugleikar, politikarar og almenningurin kunnað um gongdina. Tá verður tað, sum higartil er gjørt, almannakunngjørt.
Nú oljuvinnan er um at fara í gongd er enn meira neyðugt við eini fullfíggjaðari tilbúgvingarætlan fyri alt landið. Oljufeløgini hava sjálv ábyrgdina fyri øllum kring boripallin, men brúk er fyri samskipan av arbeiðnum.
Long søga
Arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan byrjaði longu í 1994, tá Beredskabsstyrelsen í Danmark í samstarvi við føroyskar myndugleikar og føroysk feløg gjørdi eina frágreiðing nevnd Bereskabet på Færøerne 1994, um viðuskiftini í Føroyum. Tá varð víst á fleiri ivasom viðurskifti, sum áttu at fáast í rættlag.
Síðani gjørdu fútaembætið saman við brunaumsjón landsins við støði í ætlanini frá Beredskabsstyrelsen eina ætlan um, hvussu farast kundi undir eina verkætlan at skipa tilbúgvingina fyri Føroyar.
Samskiftisdeildin í Vinnumálastýrinum orðaði síðani ta endaligu verkætlanina í samráð við avvarandi myndugleikar í 1998. Avgjørt varð, at Vinnumálastýrið og Føroya Landfúti hava høvuðsábyrgdina.
Endamálið var tá sum nú, at fyribyrgja, avmarka og veita hjálp, tá vanlukkur og katastrofur koma fyri, ella tá stórur vandi er fyri hesum.
Tíðarætlanin, sum sett varð í 1998 var 2-3 ár, og evstamark var summarið 2001. Tað er líkt til, at henda tíðarfreist fer at halda.
Nógvir partar við
Nógvir ymiskir partar hava verið við í arbeiðnum at gera tilbúgvingarætlanina, og hetta hevur tarnað arbeiðnum nakað, men tað er neyðugt at hava so nógvar partar við sum gjørligt.
Vinnumálastýrið hevur havt ábyrgdina higartil, men fyri tveimum vikum síðani gjørdi løgmaður av, at flyta ábyrgdina yvir á Fiskimálastýrið, sum nú hevur formannin í stýrisbólkinum.
Tó eru tey fleiri av stýrunum undir Landsstýrinum við í stýrisbólkinum. Oljumálastýrið, Heilsumálastýrið, og Vinnumálastýrið hava øll umboð í stýrisbólkinum. Eisini eru Føroya Kommunusamskipan og Kommunufelag tikin við. Umframt tey eru Føroya Landfúti og Løgmansskrivstovan eisini við.
Undir stýrisbólkinum situr ein verkætlanarbólkur við átta umboðum, og undir verkætlanarbólkinum eru tríggir katalysatorbólkar, sum taka sær av trimum ymsum økjum í tilbúgvingarætlanini.
Tað hevur verið eitt sindur ivasamt um, hvør hevur endaligu ábyrgdina, men nú liggur hon so hjá Fiskimálastýrinum.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen sigur, at tað er sera torført at arbeiða við so nógvum pørtum í Føroyum, og danskir myndugleikar hava verið innblandaðir, men tað er eisini er neyðugt í einum so stórum máli.
- Tað, sum er mest umráðandi, er at fáa samansjóða tey mongu sjónarmiðini og fáa staðfest, hvør skal hava ábyrgdina av hvørjum, sigur Jørgen Niclasen, sum leggur afturat, at enn er langt eftir á mál.
Jørgen Niclasen heldur ikki, at tað hevur verið óheppið, at vit ikki hava havt eina tilbúgvingarætlan klára, nú fyrstu boriloyvini eru givin, tí tað eru fyrst og fremst oljufeløgini, sum hava ábyrgdina av kring pallarnar, men at tað verður klárt innan eitt ár.
Jørgen heldur tað verða neyðugt at seta meira orku av í hesi verkætlanini, tí tað er eitt so stórt arbeiði, og fyri at tað skal verða liðugt til tíðina, mugu fleiri fólk setast til tilbúgvingarætlanina.
Ætlanin er at gera eina miðstøð, sum skal miðsavna alt virksemið á teimum trimum økjunum. Øki 1 er land, strond og flogvanlukkur. Øki 2 er skip, ferjur og bátar og øki 3 er frálandavirksemi.
Nýggja tyrlu
Ein liður í tilbúgvingarætlanini er fáa eina nýggja tyrla til landið. Her eru samráðingar við Atlantic Airways í gongd um ein sáttmála, har flogfelagið skal veita eina tænastu við tyrluni.
Tað verður sostatt Atlantic Airways, sum skal gera eina íløgu í eina nýggja tyrlu. Enn er einki komið uppá pláss viðvíkjandi hesi tænastu. Tað er Vinnumálastýrið, sum í løtuni hevur ábyrgdina av at flúgving til útoyggjarnar.
Um nýggja tyrlan verður keypt skal hon nýtast til leiting og bjarging á landi og sjógvi umframt fiskiveiðieftirlit. Tyrlan verður av miðalstóra slagnum.
Tá ávegis frágreiðingin verður almannakunngjørd um nakrar dagar, hava allir partarnir gjørt sínar viðmerkingar til arbeiðið higartil.
Myndatekstur: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur nú fingið endaligu ábyrgdina av tilbúgvingarætlanini, og um nakrar dagar verður ein ávegis frágreiðing almannakunngjørd