Fyri sjómat, eins og aðrar matvørur, vísa fjølmiðlar, keyparar, áhugabólkar og myndugleikar ein kritiskan áhuga fyri vørunum. Tí hevur vinnan tikið stig til at byggja upp eina skipan, sum kann handfara slíkan atfinningarsaman áhuga fyri matvørutryggleika, umhvørvi, politikki og búskaparligum tilknýti, sum vinnan hevur.
Allur atfinningarsamur áhugi, um hesin er rímuligur ella ikki, krevur, at vinnan er før fyri at samskifta effektivt við tey, sum keypa vørurnar, um so er at trupulleikar stinga seg upp, sum ávirka søluna av fiskavørum beinleiðis, ella eru við til at umdømið á sjómati versnar.
Endamálið við tilbúgvinarætlanini fyri sjómat er at fáa eina professionella skipan at taka sær av trupulleikunum, og at henda skipanin skal geva norsku fiski- og alivinnuni kappingarfyrimunir í mun til aðrar aktørar á marknaðinum.Tað verður undirstrikað frá norsku vinnuni, at tilbúgvingarætlanin er ætlað sum ein skipan, sum skal taka sær av trupulleikum, ið kunnu raka allar aktørar í fiski- og alivinnuni. Trupulleikar, sum einstakir aktørar hava, mugu teir sjálvir taka sær av, so leingi teir ikki raka vinnuna sum heild.
Í nærmastu framtíð skal Eksportutvalget for fisk vísa skipanina fyri vinnuni, myndugleikunum og øðrum við tilknýti til vinnuna.
(Kelda: Vinnuhúsið)










