Til viðgerðar beinanveg

Í morgin hava formenninir í føroysku fótbóltsfeløgunum fund. Hesin snýr seg ikki serstakt um trupulleikan, sum verður nevndur á hesum síðum, men FSF-forsetin, Óli Holm, er ikki í iva, tá vit tosa við.
- Um tað er so, at rasisma er við at vinna seg fram í føroyskum fótbólti, so eigur tað at steðgast alt fyri eitt. Tað er eitt fyribrigdi, sum avgjørt ikki hoyrir heima innan ítróttin  og heldur ikki aðrastaðni  og eitt nú hava bæði FIFA og UEFA gjørt nógv fyri at steðga hesum.
- Satt at siga, so havi eg ikki hildið, at trupulleikin hevur verið somikið stórur her hjá okkum. Sjálvandi hava vit hoyrt um einstøk dømi, men er talan um ein generellan trupulleiki, skal hetta steðgast alt fyri eitt!
Men dugir tú ítøklilga at siga, hvørji stig eiga at verða tikin?
- Fyrst og fremst, so er tað nakað, sum ljós má varpast á. Við at gera tað, kunnu vit siga bæði spælarum, leiðarum og áskoðarum, at hetta verður ikki góðtikið. Og at fáa tann boðskapin út, má vera fremsta málið. So eru sjálvandi fleiri hættir, sum hetta kann gerast uppá. Í so máta er fundurin í morgin eitt gott høvi, og hetta er eitt mál, sum skal takast upp alt fyri eitt, sigur Óli Holm.