Til veljararnar hjá Óla Breckmann og teirra ið ikki ætla sær á val

-Eg loyvi mær at ivast stórliga í, um mong av teimum, sum í dag atkvøða fyri Óla Breckmann, í veruleikanum vita, hvat hesin politikarin stendur fyri. Eg loyvi mær tann pástand, at mong teirra hava stóra virðing fyri Nelson Mandela og hansara stuðlum. Men hetta hongur ikki saman við tí at skula stuðla Óla Breckmann, sum kanska meira enn nakar hevur sáa iva um stríðið hjá Mandela skrivar Jan Múller, blaðstjóri í greinini

Hvussu ber tað til, at ein heil tjóð - eitt heilt fólk - sum kallar seg demokratiskt, mentað og hummanistiskt ja entá religiøst - enn einaferð ætlar sær at velja Óla Breckmann á fólkating! Hetta er ein spurningur, sum eg havi sett mær sjálvum undan hvørjum vali tey seinastu árini, har hesin politikarin hevur verið høvuðsvalevni hjá fólkaflokkinum. Hvussu ber tað til, at ein so stórur partur av fólkinum í eini tjóð, stuðlar og tekur undir við einum persóni, sum hevur so víðgongd, so høgravend og so ómenniskjanslig sjónarmið sum júst Óli Breckmann!

Er svarið hetta, at tey,ið velja ein hin mest høgravenda politikaran í heiminum fult og heilt taka undir við tí, sum hesin maður stendur fyri! Neyvan.

Svarið er kanska tað, at mong av hesum fólkum, vita ikki ella hava ikki gjørt sær greitt, hví tey velja henda politikaran at umboða tey. Tey hava ikki gjørt sær nóg greitt, hvat hesin politikarin veruliga stendur fyri. Eg nokti fyri at trúgva, at so nógvir føroyingar hugsa og meina sum Óli Breckmann. Tí tá er veruliga illa stætt í Føroyum.

Kann vera, at eg fari skeivur, at eg eri ov naivur og trúgvi ov gott um míni medmenniskju. Onkur vil siga, at einki løgið er í tí, at ÓB fær so stóra undirtøku. Tí ein stórur partur av føroyingum hugsar sum hann. Tað eru tey, sum onga virðing hava fyri øðrum, tey eru fordømandi og sjálvrættvís.

Eg fari tó at halda meg til mína egnu ?naivu? versión, ið er tann, at hesi fólkini, ið atkvøða fyri OB ferð eftir ferð, vita ikki, hvat tey gera. Og tí má tað vera uppgávan hjá øðrum, sum hava gjøgnumskoðað hugsunarháttin hjá Óla Breckmann, at loysa upp fyri hesum.

Onkur vil so siga, at skrivingin móti umrødda persóni er einki annað enn persónligt hatur. At eg sjálvur umboði tað, sum eg skuldseti ÓB fyri. Víst vil vera á sjónvarpssendingina herfyri, har ÓB vísti seg sum tann góða familjumannin og pápan. Nei eg beri ikki persónligt agg til ÓB. Sum persónur hevur hann uttan iva nógvar dygdir.


Politikarin

Men lat okkum halda okkum til veruliga evnið. Tað er politikaran Óla Breckmann vit her skulu umrøða - hansara ekstremu, sera intolerantu og oftani vanvirðisligu áskoðanir. Hansara miðvísa roynd at skapa øsing og sáa split millum menniskju, tí tey hava øðrvísi húðalit, hava aðrar meiningar, hoyra til ávísar stættir osfr.

Nú um dagarnar var eg so heppin at síggja áhugaverda samrøðu í bretska sjónvarpinum. Heimskendi hvíti suðurafrikanski rithøvundin Nadima Gordimer fegnaðist um, at land hennara er sloppið úr Apartheidhaftinum. Tað varð undir hesi samrøðu, at mær kom til hugs støðuna hjá ÓB til Suðurafrika og tey svørtu og hvussu tað ber til, at so nógvir føroyingar atkvøða fyri einum politikara, sum í veruleikanum stendur fyri øllum tí, sum fólk annars vanliga skýra at vera alt ov ekstremt, niðurgerandi og ómenniskjansligt!

Gordimer, sum er sera høgt í metum kring heim fyri skriving sína um viðurskiftini í heimlandinum undir apartheid, segði við BBC, at sanktiónirnar, sum onnur lond høvdu sett í verk móti Suðurafrika, høvdu havt so ómetaliga stóran týdning fyri allar suðurafrikanarar.


Gjørdi gjøldur burtur úr teimum svørtu

Hví tá tengja hetta, sum hendi fyri nógvum árum síðani í einum heilt øðrum heimsparti saman við eitt fólkatingsval í 1998 vil onkur spyrja!

Svarið er nettup tann sannroynd, at tá umheimurin royndi at standa saman um at byrgja inni apartheid fyri at fáa bilbukt við hesa ræðuligu skipan, var tað fólkaflokspolitikarin Óli Breckmann, sum setti kíla í royndirnar at brúka sanktiónir sum amboð at sleppa av við apartheid. Um somu tíð sum flest øll lond í siviliseraða heiminum settu sanktiónir í verk móti apartheidstýrinum stakk hesin framstandandi føroyski politikarin hógvarnar fram. Við at niðurgera og gera gjøldur burtur úr teimum svørtu leiðarununum og ANC ruddaði fólkatingsmaðurin samtíðis slóð fyri føroyskum vinnulívsmonnum at samvinna við Hvíta stýrið. Harvið brutu teir solidarisku sanktiónirnar móti Suðurafrika - sanktiónir, ið svarti meirlutin við Mandela á odda bønliga hevði biðið umheimin fremja. ÓB fekk borið so í bandi, at fleiri føroysk skip fóru til Namibia at fiska. Namibia var tá hjáland hjá Suðurafrika. Henda gerð føroyinga var einki minni enn ein svikagerð móti teimum kúgaðu í Suðurafrika. Og hesum var ÓB høvuðstalsmaður fyri. At ætlanin so eisini var at brúka hetta í føroyskum politikki móti einum javnaðarflokki, ið leflaði fyri teimum tvitnu svørtu, var enn eitt prógv um, hvussu ÓB arbeiðir.

Men ikki nóg mikið við tí. Sami føroyski fólkatingsmaðurin, ið gjørdi hetta sum partur av sínum fólkatingsarbeiði, ?lokkaði? góðtrúnar føroyskar vinnulívsmenn við sær til Suðurafrika, fyri har at ?vísa?, hvussu gott tey svørtu hóast alt høvdu tað undir Hvíta apartheid-stýrinum.

Fyri tey, sum hava fylgt við í stríðnum hjá teimum svørtu í Suðurafrika móti apartheid og sum síðani avtøkuna av hesum trælastýri hava sæð upp til Nelson Mandela, áttu umrøddu sannroyndir at skurra í oyrunum.

Ja so undarliga kann heimurin vera skrúvaður saman: tað skal ikki undra meg, at somu fólk, sum í dag velja Óla Breckmann aftur á fólkating, tey virða og síggja upp til Nelson Mandela, sum eitt umboð fyri frælsi og rættvísi. Tey gleðast um, at stríð hansara gav fólkinum frælsi. Men hesi fólk hava tá gloymt, hvat teirra egni stavnamaður helt og skrivaði um tey svørtu og Mandela og allar hansara janvlíkar, tá hesir stríddust fyri umrødda frælsi!

Í míni verð ber ikki til at sammeina hesi tingini: at taka undir við ÓB samstundis sum tú hevur stóra virðing fyri frælsishetjum sum Nelson Mandela. M.a. tí at júst hesir báðir politikararnir umboða fullkomiliga ymiskar hugsjónir og menniskjavirði.

Eg havi valt at taka hetta dømi fram, tí tað so væl lýsir teir mótsetningar og tann kvøl, sum mugu bylgjast innan í teimum, ið velja ÓB.


Stuðlað ódemokrat-iskum kreftum

Nú vit eru langt av landi skotin, so gongur henda fjeppan uppi í høgravendum og diktatoriskum stýrum alla tíðina aftur í sera snævurskygda hugaheimi Breckmans. Vit minnast øll støðu hansara, tá fólkavaldi forsetin í Chile, Alliende varð rikin úr sessinum av herinum og seinni tikin av døgum. Vit minnast, hvussu hann - eisini sum propagandu uppundir fólkatingsval til tess at tekkjast teimum ísraelsvinarligu, brúkti eitthvørt høvi til at rósa tí sera høgravenda og víðgongda verjumálaráðharran í Ísrael, Sharon. Hesin, sum seinni framdi fólkamorð í flóttarlegunum í Libanon. Hesin, sum hevur nýtt eitthvørt høvi at seta kílar í og skapa øsing. Vit minnast skriving hansara um hernaðarlig og hálvhernaðarlig stýri í Turkalandi, í Taiwan og Suðurkorea, har hann altíð tók partí móti fólkinum til frama fyri korruptu vinnulívselituni.

Lat meg endurtaka, at hetta verður skrivað fyri at minna teir mongu føroyingar, sum í dag ætla sær at velja Óla Breckmann at umboða seg á fólkatingi, á hvat hesin politikarin veruliga stendur fyri.

Tað er kanska einki unikt, sermerkt ella serføroyskt við hesum. Tað finnast jú Óli Breckmenn í øllum londum. Ein, ið tú fyrst kemur til hugs, er franski Le Pen. Hesin sera høgravendi og víðgongdi politikarin og Óli Brecmann minna ikki sørt hvør um annan. Munurin er tó tann, at meðan Le Pen í Fraklandi fær undirtøku frá einum minniluta, so verður tann føroyski Le Pen, alias Óli Breckmann mettur ein sannur King Kong í politikki. Hann verður borin í gullstóli av einum trúgvum og stórum veljaraskara fyrst inn á fólkating og síðani inn á løgting. Ja, hann er entá formaður í fólkaflokkinum, sum í løtuni roynir at gerast landsins størsti flokkur. Hugsið tykkum landins størsta flokk við einum so ekstremum og høgravendum politikara sum formanni! Tað kann bert henda í Føroyum.


Øst danir

Men hevur hann so ikki talað søk føroyinga í bankamálinum vil onkur spyrja! Nei, á fólkatingi hevur hann bara rikið sín egna partapolitikk og gjørt alt fyri at øsa mótstøðumenn upp. Harvið hevur hann eisini lagt spírar til ta mótstøðu og misnøgd, sum so aftur hevur borið fuktir millum danir. Við sínum hatska, óndsinnaða og niðurgerandi tóna, antin móti føroyskum sosialistum ella donskum hevur hesin forteðgerarin grivið djúpri og djúpri kluft millum ríkispartarnar.

Óli Breckmann hevur ikki gjørt nakað gott fyri Føroyar á fólkatingi. Tvørturímóti er hann høvuðsatvoldin til mótrák, sum hevur verið frá danskari síðu móti føroyingum í eitt nú bankamálinum. Leggið tykkum hetta í geyma: Óli Breckmann hevur ikki vart søk føroyinga í bankamálinum. Hann hevur vart søk fólkafloksins, søk sína. Eg og uttan iva fleiri við mær sanna, at Óli Breckmann hevur gjørt meira skaða fyri Føroyar enn gagn ta tíð hann hevur sitið á fólkatingi.

Hvussu kanst tú byggja upp virðing og toleransu millum tvær tjóðir, millum tvey fólk við alla tíðina at blaka við óhumsku eftir øllum teimum, sum tú er ósamdur við! Hvussu kanst tú byggja upp land og byggja brýr millum tey bróðurfólk við alla tíðina at skapa nýggjar fíggindamyndir og harvið leggja spírar til hatur!

Nú er aftur val, og Óli Breckmann er hundabangin. Innast inni veit hann, at fyrr ella seinni verður hann avdúkaður sum ein hin mest víðgongdi og mannahatski høgrapolitikarin, sum í síni stevnu hevur sum mál at niðurgera og láturliggera øll tey, sum ikki hugsa sum hann. Og hesi eru mong. Tað eru m.a. flestu av skapandi kreftunum í landinum. Tað eru tey ?hvítkitlaðu?, tey ?skúlataskuberandi? fyri bara vísa til tveir av stættunum í samfelagnum, sum Óli Breckmann hevur nýtt eitthvørt høvi til at niðurgera á sín - vil onkur siga - ?sjarmerandi og hummoristiska? hátt.

Tað er einki minni enn stór skomm, tá so stórt tal av føroyingum velur ÓB aftur á fólkating.

Tú byggir einki land - tú byggir ongar brýr millum lond - við fundamentalismu ella fanatismu. Tú ger tað heldur ikki við at uppfinna fíggindamyndir og at seta stættir upp móti hvørjum øðrum. Tú ger tað einans við at vísa øðrum virðing og royna at samvirka um felags besta.


Ein samkoma og ÓB

Hví verður hesin politikarin valdur aftur at umboða føroyingar á fólkating spyrja fólk! Hvør er tað, sum velur hann!

Mær er fortalt, at tað er er ávís samkoma í Føroyum, sum tryggjar Óla Breckmann sín sess á fólkatingi. Hesum havi eg ógvuliga ilt við at trúgva. Tí tey mannahatsku og óhugnaliga víðgongdu høgravendu sjónarmiðini hjá hesum manni, eru ikki sambærilig við tey virði og tær dygdir, sum henda samkoma ber fram, nevniliga slíkt sum næstrakærleiki og virðing hvør fyri øðrum.

Er tað kortini so, at tað er ein ávísur bólkur av fólki í landinum, sum framhaldandi vil tryggja ÓB sín sess á fólkatingi, tá kann eg bert siga, at hesi fólk vita ikki, hvat tey gera. Við mín besta vilja kann eg ikki fáa meg til at trúgva, at hesi fólk taka undir við teimum hugsjónum sum júst stavnamaðurin stendur fyri. Virðing, toleransa og eitt sosialt medvit eru eginleikar, sum eg seti sera høgt. Tí er tað eisini mín hugburður, at heldur enn at traðka niður á og niðurgera tey fólk, sum atkvøða fyri ÓB, so eiga vit siðiliga og sakliga at greiða teimum frá, hvat tey siga ja til, tá tey lata ÓB sína atkvøðu. Og tað var júst ætlanin við hesi grein míni: at fáa fólk, sum av eini ella aðrari óskiljandi orsøk hava stuðlað ÓB - tó uttan at hava hugsað um tað hesin maður stendur fyri - at umhugsa hesa støðu sína av nýggjum.

Tá tað er sagt, skal eg eisini koma við einum hjartasuffi. Tit mongu við hummanistiskum hugsjónum, listafólk, rithøvundar, og mong onnur. Hví bara lata standa til. Hví tiga tit, um somu tíð sum størsti fíggindin móti øllum tí góða og menniskjansliga tit standa fyri, ferð eftir ferð verður borin í gullstóli inn aftur á danska fólkating - at umboða eisini tykkum!

Vit síggja longu nú tann skaða, sum røðurnar hjá ÓB á fólkatingi hava volt Føroyum. Tað eru ikki minst hesar, sum eru atvoldin til ta mótstøðu/andstygd, sum vanligir danir eru farnir at vísa føroyingum.

Tað skal tí vera mín áheitan á tykkum um at gera tykkara til tess at forða fyri, at ÓB fær sett enn fleiri kílar inn ímillum føroyingar innanhýsis og millum føroyingar og danir.

ÓB er eitt óverdugt umboð fyri føroyingar á danska fólkatingi. Eg ætli mær á val í dag. Fyri meg hevur tað mest at siga, hvussu atkvøðan kann forða tí ódemokratiska og ekstremt høgravenda Óla Breckmann í at verða afturvaldan. Kann væl vera, at hann kortini verður valdur. Tá kann eg bert siga, at mín partur lá ikki eftir. Tað er ein ómetaliga torfør uppgáva at vilja sannføra veljararnar hjá ÓB um, at teir ikki vita, hvat teir gera. Men tað skal gerast. Gera onnur tað ikki, geri eg tað fegin. Eydnast hetta ikki eru eisini onnur ráð til at taka. Og tað er at fáa øll tey, sum annars ikki ætlaðu sær á val, at fara á val og atkvøða soleiðis, at fólkafloksins stavnamaður fær sekkin. At hann liggur, sum hann hevur reitt.

Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri