Til UEFA fótbóltsdyst við trolara

Tað skal nógv til at steðga teimum ídnastu fótbóltsfjepparunum

Enska blaðið Daily Mail skrivar í dag, at tólv ídnir Manchester City viðhaldamenn hava leigað ein 72 fót trolara at flyta teir til Føroya til fótbóltsdystin millum EB/Streym og Manchester City.

Og hetta er ikki farið óansað aftur við borðinum. Kenda enska fótbóltsblaðið, FourFourTwo, hevur sponsorerað túrin – við øllum øli, teir tólv kunnu drekka á ferðini.

Farið verður úr Manchester við bili upp til Aberdeen, síðani við ferju yvir til Lerwick í Hetlandi, áðrenn farið verður umborð á The Three Sisters, sum skal sigla úr Hetlandi til Føroya.

Hetta verður uttan iva stuttligasti nakrantíð til ein fótbótlsdyst. Hetta er veruliga fyri fólk, sum ynskja eina uppliving fyri lívið, sigur Leighton Gobbett, sum skipar fyri túrurinum, við Daily Mail.