Sólvit Simonsen
Nú hevur tvær ferðir í trekk tað gleðiliga hent her á Sandi, fyrst móttøka og stak hugnalig løta av Pop Korn.
Og nú aftur í gjár við roysnissvimjaranum Ragnvald Jensen, báðu ferð kunngjørt í útvarpinum, og atlíkavæl letur útvarpið ikki við seg koma, hóast útvarpsmaður býr fá skritt burturfrá.
Hetta tykir mær løgið, tí hvørja ferð ein hani ger eitt avrik í grannabygdunum, so er útvarpið til staðar.