Sólvit Simonsen, Sandur
----
Eg gleddist yvir at tú hevði grein í bløðunum, viðvíkjandi høpisleysu sendingini, sokallað Moldvarp Føroya.
Hatta er ein so skitin sending, at eg dugi ikki at skilja, at loyvi verður givið at senda slíkt. Sjálvur byrjaði eg at spæla sjónleik sum 19 ára gamal. Tá vóru tað eldri fólk sum trenaðu okkum, og løgdu okkum lag á. Eitt tað fyrsta, tey góvu ordrar um, var at tað skuldu ikki brúkast illbønir og ljót orð. Hetta bleiv væl virt, og blivu sjónleikirnir væl spældir, bæði í gaman og álvara.
Nú eru tað væl lærdir sjónleikarar, sum koma við slíkum ókvæmisorðum inn á okkum. Er hettar lærdómurin, so veit eg onki! Men eitt veit eg, at sleppa Føroyingar gomlu Guðstrúnni, er tað ein óbótaligur skaði, sum ikki bøtist aftur, og tá eru vit farin fyri skeyti!
Tað er stórt spell at tær góðu sendingarnar, skulu verða sloyfaðar, um tað so vóru barnasendingar, so sótu tilkomin fólk við andakt og lurtaðu og hugdu í góðum hýri.
Eg vil til seinast heita á kringvarpsmanningina og biðja tykkum um at ansa eftir, hvat til senda, og hvussu tit senda. Annars ynski eg øllum eitt gleðiligt og eydnuberandi nýggjár við Harrans signing.