Til Tummas Jacobsen

Manijeh Elsa Modi
?????

So vítt eg veit, er tín tulking ikki tann einasta, sum møguleika og undirtøka er fyri, hjá prestum og serkønum á økinum - út frá kristnu læruna. So vítt eg veit, verður skilt ímillum, hvussu samfelagið varð skipað tá í tíðini, og so læru Jesusar. Tað bar møguliga ikki til hjá Jesusi, at læra øll alt uppá ein gang. Viðvíkjandi skriftstøð og Bíbliu, lati eg orði til tey skriftlærdu.
Viðvíkjandi egna trúgv: Jesus er sera eyðmjúkur. Hann lærur meg harvið heldur at vera góð við næsta mín, enn at døma um hansara livihátt. Hetta so leingi sum næstin ikki ger øðrum beinleiðis skaða. (Her má undirstrikast, at samkynd einki hava við pedofil ? ella "barnalokkarar" - at gera. Hetta er fullkomuliga skeivur atburður, óansæð hvønn kynsligan livihátt man hevur.)
Menniskju ráða ídag so yvir nátturuni ídag, at eingin virðing er fyri tí dálking, sum vit útseta náttururíkidøminum fyri. Evni hjá ungum monnum at gita børn, er farin 25% niður, eftir 20-30 árum. Víst verður á, at eiturevni í okkara dagliga umhvørvi hava sín lut í hesum.
Tó eru fleiri fólk til í verðini ídag, enn nakrantíð áður. Sostatt er lítil og eingin vandi fyri, at menniskjan doyr út av barnatroti. Størsti vandin móti menniskjaættini ídag er eftir mínum tykki:
1)Fátækradømi og sosial (sálarliga sovæl sum peningaliga) neyð, sum eggja til kríggj og køving av menniskjum,
2) Dálking, sum vit øll hava lut í.

Hesi áttu vit - eftir mínari meting - at gjørt nakað við, sum skjótast - um vit virða Guðs skaparaverk høgt.
Tað er í ordan, at tú hevur tína meining, og tín átrúnaðarligu støðu viðvíkjandi teimum samkyndu. Tað kunnu vit samkyndu virða ? sum borgarir í einum demografiskum samfelagið. Eingin av okkum samkyndu, fer at noyða teg, at liva sum samkyntur. Tú fært frið, og full rættindi, til at liva í samljóð við tínum átrúna, og harvið velja tann livihátt tú ynskir.
Munurin á korunum hjá tær, og teimum samkyndu er, at sum lóggávan nú er, vil samfelagið tvinga okkum, sum ynskja at liva sum samkynd, at liva sum hinskynd. Hetta við at nokta okkum atgongd til paralag -sjálvt um tað fyrigongur uttanfyri kirkjuna. Somuleiðis við at lata vera við at gera eina antidescriminationslóv. Tað vil siga, at reint politisk/juridisk, kunnu vit ikki sikra hvønn annan, um partnari doyr, uppá sama máta sum hinskynd. Ikki uttan so, at testamenti skal gerast, og vit gjalda nógv meira í arvaavgjald. Á sama hátt við onnur búskaparlig viðurskifti, sum av sær sjálv-um fella uppá pláss, við parlagi.
Líkasum eingin tvingar teg, til at liva sum samkyndur, ynskja vit samkyndu loyvi til at liva í samljóð við okkara áskoðanir. Vit ynskja høvi at liva og virka fyri hetta samfelagið, sum onnur.
Tað er tað, vit biðja føroyingar um at geva okkum pláss til í heimlandi okkara. Her er pláss fyri Jehovas Vitni, Brøðrasamkoman, Fólkakirkjan, katolikkar, menningartarnaðum, brekaðum, psykisk sjúkum. Vit høvdu verið glað, um pláss eisini varð gjørt fyri okkum.